Bjarni Hammer
Lesarabræv21. august 2015
Bjarni Hammer

Átta mánaðir gamal út í verðina

Sonur okkara er átta mánaðir gamal og byrjaði í dagrøktini í gjár.

Barsilsfarloyvið er nú komið at enda og tiskil má sonurin í ansing - tað er ov tíðliga!

Í Javnaðarflokkinum ynskja vit at hækka barsilsfarloyvið upp í 52 vikur eftir barnsburð, og tað skal vera við barsilsgjaldi.

Øll gransking vísir, at hetta er betur fyri bæði barn, foreldur og ansingarstovnin.

Fíggingin kann fáast við at hækka verandi inngjald úr 0,62% til 0,80%!

Bjarni Hammer, valevni fyri Javnaðarflokkin