Tíðindi01. mai 2019

Barsilsfarloyvið longt tvær vikur afturat

Løgtingið hevur í morgun samtykt lógaruppskotið um at leingja rættin til barsilspening við tveimum vikum. Tilsamans er farloyvið longt við 10 vikum hetta valskeiðið.

Hetta vil siga, at barsilsfarloyvið verður longt frá 46 vikum til 48 vikur eftir barnsburð. Av hesum eru 4 vikur til pápan, 14 vikur til mammuna, og 30 vikur eru til býtis. Afturat hesum verður barsilsfarloyvið hjá ættleiðingarforeldrum longt við tveimum vikum og verður longt úr 50 vikum í 52 vikur. 

Í uppskotinum varð eisini mælt til, at onnur vikan av barsilsfarloyvinum skuldi verða markað til pápan. Hetta tók meirilutin tó ikki undir við í Løgtinginum, og tí avgera foreldrini sjálvi, hvussu tey býta hesar báðar vikur millum sín. 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, er sera fegin um hesi gleðiligu tíðindi. Landsstýrismaðurin fer at arbeiða víðari við at leingja barsilsfarloyvið, soleiðis at málið, um rættin til at fáa barsilspening í eitt ár, verður rokkið skjótast gjørligt. 

Landsstýrið hevur í hesum valskeiðinum longt rættin til barsilspening úr 38 vikum til 48 vikur. 

Broytingin í Løgtingslógini um barsilsskipan kemur í gildi 1. juni 2019 og fevnir um øll foreldur, ið eru í fevnd av barsilsskipanini frá 1. juni 2019 og frameftir.