Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv25. mai 2019
Kristianna W. Poulsen

Betri samskifti – eisini innan løgregluna

Something is rotten in the state of Denmark. Hesi orðini frá leikinum Hamlet eftir Shakespeare komu mær til hugs eftir ein fund, sum Amnesty International skipaði fyri tann 9. mai. Fundurin snúði seg um, hvussu vit megna at lofta neyðtøkuoffrum. Á fundinum gjørdist tað greitt, at tað er alneyðugt at fylgja væl við í virksemi á økjum, sum vit ikki heilt hava yvirtikið. Hetta fyri at tryggja, at hesi øki verða eftirmett, og at mannagongdir verða fylgdar.

Fólkatingsval 2019

Margháttlig móttøka

Á fundinum kom fram, at tá ið ungar kvinnur í svárari neyð venda sær til løgregluna, tí tær eru neyðtiknar, kann móttøkan vera margháttlig. 

 

Djørv var unga kvinnan, sum fortaldi um sínar upplivingar: neyðtøka og svik frá bæði gerningsmanni og frá løgregluni, ið tók ófantaliga ímóti henni, tá hon vendi sær til teirra. Somu uppliving av ófantaligari móttøku frá løgregluni høvdu eisini aðrar ungar kvinnur og mammur at neyðtøkuofrum, sum djarvar fortaldu um egnar og persónligar upplivingar. 

 

Gongur tú ofta full í býnum? Veitst tú ikki av, at summir menn vilja hava harðligt sex? Slíkar spurningar hava ungar gentur fingið frá løgregluni, tá ið tær vendu sær hagar, tí tær vóru neyðtiknar. Og tær hava upplivað løgreglufólk sum beinleiðis ákærandi, tá ið tær koma til løgregluna. 

 

 

Danskt málsøki

Løgreglan er danskt málsøki og danska løgmálaráðið – Justitsministeriet – hevur evstu ábyrgd av løgregluni í Føroyum. Á áðurnevnda fundi luttóku eisini umboð fyri løgregluna, og tey førdu fram, at tey høvdu roynt at fingið týtt tilfar og kunning fyri neyðtøkuoffur til føroyskt til heimasíðuna hjá løgregluni, men at hetta varð teimum noktað á hægri stað. Og eg fekk annars ta fatan, at umboðini fyri ’øvrigheitina’ í Føroyum einki stórvegis kundu gera á hesum øki uttan at fáa loyvi og greið boð úr Danmark. 

 

Hetta er ikki nóg gott, so her er eitt stórt arbeiði at gera, eitt nú við at taka upp samband við løgmálaráðið og fáa tey til at taka hond um hendan trupulleikan. 

 

 

Sópa fyri egnum durum

Tú hevur verið politikari í 4 ár. Ger títt arbeiði heldur enn at skylda uppá Danmark, kunnu tit siga. Einki er mær fjarari enn at skylda uppá Danmark. Og vit skulu sjálvandi sópa fyri egnum durum og sum skjótast skapa virðiligar karmar fyri neyðtøkuoffur, millum annað við at fáa eina skipaða móttøku í Føroyum. 

 

Men vit skulu eisini gera alt, sum stendur í okkara makt fyri, at løgreglan er ílatin til at gera sítt arbeiði á virðiligan hátt, eisini tá ið neyðtøkuoffur venda sær hagar. Her er eitt samskifti við evsta myndugleika, danska Løgmálaráðið, neyðugt. 

 

Um eg fái høvi til tess, fari eg á Fólkatingi at gera mítt besta fyri at fáa betri samskifti millum Føroyar og Danmark, eisini á økjum, sum vit ikki hava yvirtikið. 

 

 

Kristianna Winther Poulsen, valevni Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið 2019