Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv28. mai 2020
Ingilín Didriksen Strøm

Børn og ung skulu ikki kenna seg einsamøll í Føroyum

Føroyar er eitt gott og trygt land at vaksa upp í. Men tíverri eru nógv, serliga ung, ið hava tað tungt sálarliga. Sambært nýggju kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum eru heili 17 % av okkara ungu, ið kenna seg tyngd av einsemi.

Kanningin vísir eisini, at talið í Føroyum er hægri enn eitt nú í Danmark. Vit vita, at einsemi kann hava álvarsamar sálarligar fylgjur. Sálarhjálp til eitt nú tunglyndi, angist, etingarólag, strongd o.a. er ikki fevnt av heilsutrygd. Heldur ikki hjá okkara børnum og ungu, ið eru serliga sárbar, og sum kunnu fáa álvarslig og varandi mein seinni í lívinum. Alt hetta tí hjálpin ikki var tøk. 

Vit hava alt ov fá tilboð til børn og ung á sálarøkinum. Vit vita, at tað verða sett ómetaliga stór krøv til børn og ung í dag. Bæði í skúlanum og í tí sosiala samspælinum millum børn og ung.

Saman við Tjóðveldinum legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um ókeypis sálarhjálp til børn og ung, og vóru vit glað fyri, at tingið samtykti ætlanina. Higartil eru 1,8 mió.kr. settar av á fíggjarlógini til eina royndarverkætlan komandi trý árini. Men samgongan hevur ikki tikið fleiri stig fyri at seta hetta í verk.

Hetta meðan gerandisdagurin hjá vaksandi tali av okkara børnum og ungum gerst tyngri og truplari.

Tí havi eg í dag sett landsstýrismanninum við heilsumálum ein skrivligan fyrispurning um, nær børn og ung kunnu vænta sær at fáa tilboð um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð.

Vit hava sagt, at vit skulu vera heimsins besta barnaland. Men vit mugu ikki gloyma, at ungdómar eisini skulu trívast í Føroyum. Vit í Javnaðarflokkinum vilja tí heita á landsstýrið um at seta ókeypis sálarhjálp til børn og ung í verk beinanvegin. Lat okkum nú øll í politisku skipanini seta okkum saman at viðgera, hvørji onnur tiltøk kunnu fremjast á hesum økinum, soleiðis at trivnaðurin hjá okkara børnum og ungu verður tikin í álvara.

 

Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin