Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv07. februar 2020
Ingilín Didriksen Strøm

Bústaðarpolitikk ikki vinnupolitikk!

Dagur og Vika gav í kvøld innlit í arbeiðið hjá bólkinum, ið varð settur at finna loysnir uppá bústaðarneyðina í Føroyum. Ósemja er, hvussu farast skal fram, men so frægt vit skiltu, er ein av ætlanunum, at Bústaðir skal virka “á vinnuligum grundarlag”.

Felagið Bústaðir er okkara amboð til at tryggja borgarum tak yvir høvdið. Ein tryggur bústaður er neyðuga útgangsstøðið fyri einum góðum lívi. Endamálið við at hava almennar leigubústaðir snýr seg um tað sama, sum okkara grundleggjandi vælferðartænastur - sjúkrahús, eldrarøkt, dagstovnar og skúlar - at øll børn og vaksin hava somu grundleggjandi rættindi og møguleikar í lívinum. 

 

Endamálið er at tryggja fólki tak yvir høvdið. Endamálið er IKKI, at onkur skal tjena pengar upp á bústaðarneyðina hjá fólki. Tað sær út til, at ætlanin er at føra vinnupoltik, har tað er neyðugt at føra bústaðarpolitikk. Ein ella tvey skulu ikki ríka seg upp av, at fólk ikki kunnu velja eina bíligari loysn og verða noydd at gjalda eina dýrari húsaleigu, enn tey í veruleikanum hava ráð til. 

 

Um Bústaðir skulu virka á einum vinnuligum grundarlagi fyri ikki at vera ein forðing fyri privatu aktørarnar á marknaðinum, so kunnu vit eins væl avtaka felagið og lata privatu aktørarnar taka sær av tí. Men vit vita, at endamálið hjá privatu aktørunum ikki er at hjálpa fólki í bústaðarneyð. Endamálið hjá privatu aktørunum er at tjena pengar. Og tað skal tað eisini vera. 

 

Vit noyðast tí at venda aftur til tað heilt grundleggjandi spurningin: Vilja vit hava eitt alment bústaðarfelag í Føroyum, sum hevur til endamáls at byggja bíligari leigubústaðir? 

 

Spyrt tú meg, er svarið sjálvsagt ja. Vit mangla bústaðir í Føroyum, og húsaprísirnir eru høgir. Jú fleiri bíligir leigubústaðir verða tøkir, jú størri verður útboðið á marknaðinum, og harvið vilja húsaprísirnir eisini lækka hjá teimum, sum vilja keypa. Føra vit ikki bústaðarpolitikk í Føroyum, flyta fólk aftur av landinum. Tí vit mugu ásanna, at vit eru í eini varandi kapping við grannalond okkara, sum eru áratíggju framman fyri okkum, tá tað kemur til almennar bústaðir. 

 

Hetta málið snýr seg um, at okkara borgarar skulu trívast og ikki vera fyri ójavna. Tað snýr seg um, at Føroyar skulu vera eitt rúmligt samfelag, sum loftar teimum, ið ikki hava møguleika at keypa sær eini hús. Og tað snýr seg eisini um at geva fólki frælsi til at velja, um tey vilja eiga ella leiga. 

 

Tí løgdu vit saman við Tjóðveldi fram uppskot um at geva Bústøðum møguleika til at byggja nógv fleiri leigubústaðir. Men samgongan feldi tíverri uppskotið. Nú vóni eg so innarliga, at arbeiðsbólkurin raknar við og fer at finna loysnir grundaðar á bústaðarpolitikk heldur enn vinnupolitikk.

 

Føroyar fyri øll - ikki bara tey, sum frammanundan hava nokk!

 

Ingilín Didriksen Strøm