18. mai 2020

Eftirspurningur skapar virði

Ein vøra hevur eitt virði, tí onkur vil hava fatur á henni og gjalda fyri hana. Tí er tað púra burturvið, tá fíggjarmálaráðharrin, í D&V fríggjakvøldið 15/5-2020, sigur, at veiðiloyvi hava onki virði, ella bara hava eitt virði, “tí fiskimenn og útgerðarmenn eru farnir út og hava koyrt virðið í tey”.

Veiðiloyvi hava eitt virði, tí tað er eftirspurningur eftir teimum.

Matur er ein sera nógv eftirspurd vøra, og tí hava føroyingar og onnur langt síðani funnið útav, at tað kann loysa seg at veiða fisk og selja hann. Har eru, við øðrum orðum, pengar at tjena; og fyri tey dugnaligastu, heilt nógvir pengar.

Men, øll sleppa ikki at fiska.

Tað er eitt avmarkað tal av veiðiloyvum, og ein avmarkað nøgd vit kunnu fiska hvørt ár.
Tí eru veiðiloyvini og kvoturnar ein vøra, ið hevur eitt sera stórt virði fyri tey, sum vilja sleppa at vinna pengar burtur úr okkara fiskatilfeingi.

Fíggjarmálaráðharrin er ongin nalvungi, og hann veit væl veruleikan, og tað gera hansara floksfelagar eisini.

Fíggjarmálaráðharrin og floksfelagarnir hava heldur onki ímóti, at reiðarar gjalda fyri vøruna, tá teir keypa hana. Tey hava heldur onki ímóti, at skip handla kvotur, sum tey hava fingið fyri onki, sínamillum fyri milliónaupphæddir.

Tey vilja bara ikki, at veruligi eigarin av vøruni skal hava pengarnar fyri hana. Tað er nýggja uppskotið til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum enn eitt prógv um.

Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin