Sjúrður Skaale
Lesarabræv02. mai 2019
Sjúrður Skaale

Einar rúmligar Føroyar draga fólk at sær

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt eina kanning av, hvat tað er, sum ger, at fólk velja at flyta aftur til Føroya ella velja at verða verandi uttanlands. Nýggja kanningin verður løgd fram í Perluni í Havn í kvøld kl. 19:00. Eftir tað fara umboð fyri Huxa og SU at kjakast um hvussu vit tryggja, at góða gongdin við tilflyting kann halda fram.

Fyri fáum árum síðani var føroyska samfelagið hótt. 
Fólk fluttu burtur, og tey drógu onnur við sær. Tað var sum ein ónd ringrás. Um næstan allar úr bindiklubbanum fluttu til Århus, so kundu tær síðstu tað sama flyta aftaná. 
Tíbetur vóru nógv, sum sóu avbjóðingina sum eina uppgávu. 

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi var sera virkin í kjakinum. Vit spurdu fólk, sum fluttu burtur, hví tey fluttu burtur. Vit spurdu fólk, sum ikki fluttu heimaftur, hví tey ikki gjørdu tað. Vit spurdu fólk, sum fluttu heim aftur, hvat tað var, sum dróg. 

Vit tosaðu við arbeiðsgevarar, myndugleikar og øll onnur, sum kundu gerast ein partur av loysnini.

Og vit gjørdu frágreiðingar, sum við støði í hesum góvu greið tilmæli um, hvat ítøkiliga kundi gerast fyri at venda gongdini.

Tað snúði seg um tað mest grundleggjandi. Arbeiðspláss. Bústaðir. Barnaansing. Sosialar veitingar.

Men tað var ikki nóg mikið.

Tað snúði seg eisini um hugburð.

Tað snúði seg um einki minni enn at broyta ta fatan, sum ung fólk høvdu av sínum landi. Tí hon var negativ tá.

Nú er hon positiv. So positiv, at fólk, sum bæði hava gott starv og góðan bústað aðrastaðni, nú siga hetta frá sær, og flyta til Føroya.

Hvussu ber tað til?

 

Øðrvísi fatan

Tær stóru kvoturnar av uppsjóvarfiski eiga sín lut í broytingini. Framgongdin í alivinnuni eigur sín stóra lut. Vøksturin í byggivinnuni eigur sín stóra lut. Sjálvandi. Arbeiðspláss eru fortreytin fyri øllum.

Men, nú sum fyrr, tað er ikki nóg mikið.

Í dag leggur Javnaðarflokkurin fram nýggja kanning, sum Brandur Mortensen Nolsøe hevur gjørt.

Hon gevur greiðar ábendingar um, at tað sosiala hevur avgerandi týdning. Føroyingar vilja vera saman við føroyingum. Og tá næstan allar úr bindiklubbanum flyta heim aftur til Vágar, kunnu tær síðstu tað sama flyta aftaná.

Og ein orsøk til, at streymurin nú gongur rættan veg, er tann positiva fatanin av Føroyum.

Tað er ilt at siga júst hvat skapar hana. Alt hevur jú týdning. Men eitt, sum verður nevnt, er t.d. broytingin í hjúnarbandslógini. Hóast nýggja lógin so at siga ikki verður brúkt, so er broytingin fyri mong ímyndin av, at Føroyar nú eru eitt meira rúmligt og modernað samfelag, enn tær hava verið.

 

Føroyska umhvørvið

Kanningin sýnir eisini, at eitt sterkt og livandi føroyskt umhvørvi í Danmark hevur avgerandi týdning.  

Her kann nevnast, at tað hava aðrar av okkara kanningum eisini víst. Og tað var orsøkin til, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi í fyrraárið – í samráð við Mentamálaráðið – var við til at fáa til vega fígging til høvuðsumvæling av Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Húsið var so illa farið, at tað mundi blivið stongt. Og vit vistu, at virksemið í húsinum hevði týdning. Ikki bara fyri útisetar, men eisini fyri føroyska samfelagið.

 

Fundur í kvøld

Brandur Mortensen Nolsøe fer at leggja nýggju kanningina fram í Perluni í Havn í kvøld kl. 19:00.

Eftir tað fara umboð fyri Huxa og SU at kjakast um hvussu vit tryggja, at góða gongdin við tilflyting kann halda fram.