Tíðindi13. februar 2020

Eitt óvanliga prinsipielt mál

Avgerðin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum um at býráðslimur altíð kann taka sæti aftur í býráðnum víkur frá rimmarfastari siðvenju, og tí er talan um eitt óvanliga prinsipielt mál, sigur Heðin Mortensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin. Hann vil tí hava Helga Abrahamsen at svara einum uppfylgjandi fyrispurningi um málið.

Beint undan jólum fekk borgarstjórin í Tórshavnar kommunu eina niðurstøðu frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sum sigur, at ein býráðslimur, sum er í farloyvi, altíð kann taka sæti aftur í býráðnum. Hetta er at víkja frá rimmarføstu siðvenjunum um, at fer býráðslimur í farloyvi, skal farloyvið vera fyri í minsta lagi samfullar 14 dagar. Tí setti Heðin Mortensen í januar mánaði landsstýrismanninum við innlendismálum, Helga Abrahamsen, ein skrivligan fyrispurning viðvíkjandi farloyvi hjá kommunustýrislimum. 

Í svari sínum vísir landsstýrismaðurin til donsku kommunulógina sum grundgeving fyri, at lógartulking og siðvenjan í Føroyum um at kommunustýrislimur ikki kann taka sæti aftur áðrenn samfullar 14 dagar skal broytast. Heðin Mortensen heldur, at talan er um eitt óvanliga prinsipielt mál og vil tí hava Helga Abrahamsen at greiða nærri frá. Hann hevur nú sett landsstýrismanninum ein uppfylgjandi §52 fyrispurning, har hann m.a. spyr, um landsstýrismaðurin veit av, at í donsku lógini er skeiðið minst ein mánað og um landsstýrismaðurin ongan týdning leggur í, at hesar orðingar eru valdar frá, tá man í 2000 skrivaði føroysku kommunulógina við neyvum íblástri frá donsku lógini?

- Hetta er eitt heilt óvanliga prinsipielt mál, sum reisir tveir sera grundleggjandi spurningar um fólkaræði. Annar spurningurin er, undir hvørjum umstøðum umsitingin bara soleiðis kann velja at kúvenda frá eini fastari, gamlari og rótfestari lógartulking og siðvenju á einum øki við at vísa til eina danska lóg, sum man neyvt hevur brúkt sum íblástur, og við tí tilvitað hevur valt til og frá úr. Hin spurningurin er, hvussu vit skulu meta um starvið sum kommunustýrislimur. Um tað er eitt álitisstarv og eitt borgarligt umboð, sum hvør einstakur býráðslimur hevur fingið, og hevur skyldu til at røkja eftir bestu sannføring, ella um tað ein framíhjárættur, sum hvør einstakur kommunustýrislimur kann velja at røkja ella ikki at røkja, soleiðis sum hann ella hon finnur fyri gott, sigur Heðin Mortensen í viðmerkingunum.  

Fyrispurningurin kann lesast her.