Heðin Mortensen
Lesarabræv18. juni 2020
Heðin Mortensen

Eldraøkið skal endurskoðast saman við kommununum

Tá ið ábyrgdin fyri eldraøkinum var áløgd kommununum 1. januar 2015, varð ásett, at lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár eftir, at lógirnar vóru settar í gildi. Tað vil siga í 2020.

Metast skal m.a. um, hvørt afturberingarleisturin er nøktandi, um markamótini millum kommunur og millum land og kommunur eru nóg greið, og um kommunalu samstørvini virka eftir ætlan, so tey eldru fáa nøktandi tænastur um alt landið.

Arbeiðið við nýggjari vælferðarlóg reisti eisini fleiri spurningar  m.a. um avleiddan tørv á at gera broytingar í eldralógini.  

Sambært lóg um heimatænastu og eldrarøkt er beinleiðis ásett, at lóggávan skal endurskoðast  í 2020. Og í serligu viðmerkingunum til hesa áseting stendur, at endurskoðanin skal fara fram í samstarvi við Kommunufelagið. Tí eiga broytingar í eldralógini fyrst og fremst at verða gjørdar í framhaldi av eini endurskoðan, har fakligi førleikin, innlitið og áhugamálini í kommununum eisini eru umboðað, og ikki sum einvís stig frá landsstýrinum.

Tí havi eg sett landsstýriskvinnuni við almannamálum ein fyrispurning um hetta. Eg vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, nær hon ætlar at seta gongd á arbeiðið við at endurskoða eldraøkið. Og eisini vil eg hava at vita, hvussu hon ætlar at leggja arbeiðið til rættis, soleiðis at endurskoðanin á ein skipaðan hátt greinar og lýsir allar viðkomandi tættir, grundað á tær royndir, sum eru gjørdar síðani kommunurnar yvirtóku ábyrgdina av økinum.

 

Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin