Henrik Old
Lesarabræv20. desember 2015
Henrik Old

Er tað rætti mátin


Síggi yvirskrift á in.fo um orðaskiftið í Tinginum um Kringvarpsgjaldið. Her settið eg spurnartekin við fráboðanina frá formanninum í Landsfelagnum hjá pensjonistum, um at pensjonistarnir ikki vóru við uppá at lækka fasta gjaldið til Kvf.
Har ein pensjonistur er einsamallur í húsi, er eitt gjald uppá kr. 3600 um árið eitt rættuliga høgt gjald í mun til tær kr. 600 um árið, sum skotið er upp nú. Har tvey eru í húsið, er munurin kr. 2400.
Tað hevur verið eitt áralangt stríð í politisku skipanini, um pensjonistar, serliga har bara ein er í húsi, skulu gjalda kr. 3600 tað sama sum vanlig húsarhald. Eg havi ikki nakra super loysn uppá hvussu hetta best kann gerast, men eftir nógv orðaskiftið í politisku skipanini er man komin til tað loysn, sum nú liggur á borðinum. Tí undrar tað ein, at pensjonistafelagið var fyrst úti og kasseraði uppskotið. Yvirskriftin á in.fo kann misskiljast, men eg undraðist yvir boðini frá pensjónistafelagnum, og settið spurnartekin við, um hesin mátin so var tann rættið at loysa trupulleikan uppá, og ikki tað at man onki skal gerða.  
Henrik Old