Tíðindi08. november 2019

Felagið Suðuroyartunnil má setast á stovn nú

Suðuroyingar mugu hava ein undirsjóvartunnil, og skulu vit náa málinum innan 2030, skal felagið Suðuroyartunnilin setast á stovn nú. Tað heldur Heðin Mortensen, tingmaður, sum hevur sett landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Í juni mánaði handaði ein arbeiðsbólkur undir Samferðslumálaráðnum táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum eitt álit um møguleikar, fyrimunir og vansar við at gera ein Suðuroyartunnil. Arbeiðsbólkurin vísti á fleiri týðandi samfelagsligar fyrimunir við einum Suðuroyartunli. Fyrst og fremst fyri tey, sum búgva í Suðuroynni, men eisini fyri alt landið, tí møguleiki verður at heildarhugsa vælferðartænastur og marknaðir fyri bæði vørur og tænastur, verður tunnilin til veruleika.
Sambært arbeiðsbólkinum verður í fyrsta lagi koyrandi til Suðuroyar í 2030, um arbeitt verður skjótt. Tá er Smyril næstan 25 ára gamal og neyvan í sama standi sum í dag, og tí mælti arbeiðsbólkurin til at gera eina verklagslóg og stovna eitt alment partafelag skjótast, umframt at seta partapening í felagið, so farast kann undir neyðugu forkanningarnar og fyrireikingarnar.

Arbeiðið við at bora Sandoyartunnilin er farið í gongd, og boringin verður væntandi liðug við ársenda 2021.

- Tað hevur týdning at gera forkanningar, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum er í gongd, soleiðis at tað eisini í byggitíðarskeiðnum verður gjørligt at meta um møguligar fyrimunir ella vansar at byrja arbeiðið upp á Suðuroyartunnilin samstundis, ella stutt eftir, at arbeiðið við Sandoyartunlinum er liðugt, heldur Heðin Mortensen tingmaður, sum tískil hevur sett landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.