Jóhannis Joensen
Lesarabræv09. juli 2019
Jóhannis Joensen

Fólkaskúlin skal raðfestast!

Nógv kjak hevur verið um, hvussu vit skulu skipa fólkaskúlan framyvir. Aðalorðaskifti hevur verið um fólkaskúlan í farnu setu, men enn einaferð varð staðfest, hvussu lítil áhugi ella vitan er millum fleiri tingfólk, tá tað kemur til dagliga arbeiðið innan skúlagátt.

Løgtingsval 2019

Skúlin, eins og samfelagið, hevur verið fyri nógvum broytingum seinastu árini. Men samstundis sum krøv og førleikamenning verða kjølfest, er játtanarkarmurin tann sami. 

Leiðslur og lærarar skulu renna skjótari við eini væntan um, at úrslitið hjá næmingunum gerst betri. Henda gongdin er ikki nøktandi og má betrast í framtíðini. 

Tørvur er á, at politiski myndugleikin staðfestir, hvønn skúlaleist vit ynskja. Í hesum sambandi er vert at seta sær nakrar spurningar:

  1. Hvussu skal føroyski fólkaskúlin dygdarmennast framyvir? 
  2. Hava vit ein fólkaskúla, ið rúmar øllum?
  3. Geva fleiri undirvísingartímar betri úrslit? 
  4. Hvussu langur skal ein skúladagur vera? 
  5. Hvat skulu vit læra? - bókliga læru burturav, ella skulu vit raðfesta handaliga læru? 
  6. Hví verða handaligar lærugreinar ikki próvmettar? 
  7. Hvar er menningarparturin í fólkaskúlanum? 

Spurningarnir eru nógvir, og tí eru allarhelst fleiri skúlafólk við mær, ið ynskja eitt veruligt dygdarkjak um skúla og skúlaviðurskifti í Føroyum. Mangan tykjast tilvildarligar broytingar at verða framdar, og her eiga fakfólk í fólkaskúlanum í størri mun at verða tikin við í broytingartilgongdunum. Gransking er lítil á skúlaøkinum, og tí er vert at hyggja kring okkum og staðfesta, hvat eydnast og hvat ikki eydnast í grannalondum okkara. Eisini er vert at herða granskingararbeiðið í okkara egnu skúlaskipan til tess at staðfesta, hvat er gott, og hvat skal lúkast burtur.

Øll skulu vit gjøgnum fólkaskúlan. Tískil er tað av stórum týdningi, at undirvísingin er fjøllbroytt og avbjóðandi og fer fram í samljóði við tørv næminganna.

Ein dygdargóður fólkaskúli kostar pening og krevur týðiligari málsetningar og eftirmetingar.

Hesum fari eg at arbeiða fyri!

 

Jóhannis Joensen

valevni hjá Javnaðarflokkinum