Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv24. juni 2019
Kristianna W. Poulsen

Fyrispurningur til Høgna Hoydal um at ferðast í náttúruni og um hvørsmansrætt

Fyrispurningur eftir Tingskipanini §52a til Høgna Hoydal, landsstýrismann í landbúnaðarmálum, um reglur fyri at ferðast í náttúruni og um hvørsmansrætt

  1. Hvussu gongst við at gera eina ætlan fyri, hvussu og hvar fólk kunnu ferðast í haga og fjøllum í Føroyum?  
  2. Hvussu gongst við at útvega greiða heimild til reglur um, um og hvussu gjøld kunnu takast fyri at ferðast í føroysku náttúruni?
  3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at hetta arbeiðið verður liðugt?
  4. Hvørja hugsan hevur landsstýrismaðurin um verandi gongd, at alt fleiri eigarar og festarar av hagum seta í verk tilvildarligar gjaldsskipanir fyri atgongd til teirra haga?
  5. Hvat heldur landsstýrismaðurin um at seta í verk hvørsmansrætt í Føroyum?
  6. Hvat krevst fyri at seta í verk hvørsmansrætt?

Viðmerkingar

Nú er eitt ár liðið, síðani eg setti landsstýrismanninum ein fyrispurning um, hvat hann ætlaði at gera við at fáa greiðari reglur um at ferðast í náttúruni. Tá svaraði landsstýrismaðurin, at avvarðandi ráð (Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið) í longri tíð høvdu samstarvað um at fáa skipað økið, og at ítøkiligt uppskot um at útvega myndugleikunum greiðari heimildir og reglur á økinum skuldi leggjast fyri tingið á heysti 2018. Tíverri kom umrødda uppskot ikki í tingið.

Hevði hetta málið skund fyri einum ári síðani, er støðan hvaðna verri nú. Alt títtari frættist, at eigarar og festarar av hagum kring landið taka málið í egnar hendur og áseta tilvildarligar upphæddir fyri atgongd til hesar hagar. Støðan er als ikki nøktandi og elvir til mikla ørkymlan, bæði hjá føroyingum, sum vanliga ferðast frítt í náttúruni, og hjá teimum, sum fáast við ferðavinnu.

Neyðugt er við eini skipaðari og greiðari ætlan fyri, hvussu vit ferðast, og hvør kann ferðast í haga og fjøllum í Føroyum. Eisini er tað áhugavert at hoyra, hvørja áskoðan landsstýrismaðurin hevur á hvørsmansrætt við teimum rættindum og skyldum, sum hetta inniber, so at føroyingar kunnu ganga í føroysku náttúruni.

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna

Á løgtingi, 24. juni 2019