Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv01. mai 2020
Ingilín Didriksen Strøm

Góðan arbeiðaradag

Í dag er altjóða arbeiðaradagur. Í dag hátíðarhalda vit tað, sum vit - fólkið, politikararnir, fakfeløgini og grasrótarrørslurnar hava barst fyri og skapt. Tey rættindi vit hava í dag. Og vit minna okkum á týdningin av at blíva við at berjast.

Gevast vit nú og siga, at alt er nóg gott, so er tað skjótt, at rákið gongur hinvegin. Tey ríku fáa meira, tey fátøku minni, og lívsgóðska okkara minkar. 

Vit standa í løtuni í eini altjóða heilsukreppu. Eini byrjandi búskaparkreppu. Eini veðurlagskreppu. Hvat læra vit av hesum kreppustøðunum? Tær geva okkum umstøður til at rætta skeivleikar í samfelagnum. Tá vit støðga, kunnu vit snara róðrinum á røttu leið. 

Arbeiðsloysið er skjótt vaksandi úti í heimi og eisini her heima hjá okkum. Vit hava havt góðar tíðir í langa tíð - búskaparliga. Tað merkir, at vit hava ráð til at syrgja fyri, at kreppan ikki ger seg inn á vanliga arbeiðsfólkið. At sosiali ójavnin ikki veksur orsakað av kreppunum, og at vit ikki steðga upp í grønu umleggingini av samfelagnum. Tað krevur, at vit sum politiskur myndugleiki taka ábyrgd og raðfesta.

Vit hava í heilsukreppuni lært, at uttan ágrýtin og ábyrgdarfull heilsustarvsfólk; uttan tey, ið arbeiða í vøggustovum, barnagørðum, eldrasambýlum og øðrum almennum dagstovnatilboðum, kunnu føroyingar ikki vera til arbeiðis. Vit hava lært, at samfelagshjólini mala ikki, uttan at hesi eru til arbeiðis. Og vit vita øll, at júst hesi starvsfólk arbeiða fyri eina lága løn, sleppa ikki upp í fulla tíð, um tey ynskja tað og arbeiða skeivar tíðir á døgninum. 

Vit hava eisini lært, at náttúran gevur okkum gleði, frið og nøgdsemi. At listin skapar gleði og forvitni í okkara gerandisdegi. Hon hevur lært okkum, at tíð er pengar, men at pengar eisini er tíð. Tíð, sum vit kundu brúkt saman við okkara kæru. Hon hevur lært okkum, at tá vit taka vandan í álvara, arbeiða vit saman í øllum samfelagsins løgum. 

Tað er dýrabær vitan, sum vit hava skyldu til at brúka. Tá vit skulu raðfesta á fíggjarlógini. Tá vit skulu til lønarsamráðingar, og tá vit skulu gera hjálparpakkar. Tá vit skulu lofta teimum, ið koma illa fyri orsaka av korona. Tá vit skulu hava útlátið burtur, og tá vit skulu gera framfýsna lóggávu fyri at verja okkara náttúru. 

Mín vón er, at vit taka alt hetta við okkum frá hesi tíðini. Og mín vón er, at alt tað, sum hendan tíðin hevur lært okkum, endurspeglast í politisku raðfestingunum, sum gerast skulu. 

Góðan 1. mai

Ingilín Didriksen Strøm