Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv29. mai 2019
Kristianna W. Poulsen

Gransking fyri C - innlit og útsýni

Um eg megnaði at síggja longri, var tað við at standa á herðunum á kempum, segði mæti vísindamaðurin Isaac Newton. Sum menniskju og sum samfelag mennast vit og fáa bæði innlit og útsýni við at byggja á tað verandi og tráa eftir tí, sum enn er ókent.

Fólkatingsval 2019

Soleiðis er eisini við gransking. Ein sessur á fólkatingi gevur millum mangt annað møguleikar at skapa sambond og at skapa tær bestu fortreytir fyri, at føroyska granskingarumhvørvið fær smidligari atgongd til granskingarsamstørv og harvið eisini til fígging uttanfyri okkara oyggjar – bæði í kongaríkinum og í øllum heiminum.

 

Smæðast ikki burtur

Okkara granskarar hava langt síðani prógvað, hvør dugur er í og smæðast einki petti burtur, tá ið talan er um innlit, evni, arbeiðssemi og úrslit. Granskingarráðið ger hegnisliga vart við, hvussu fjølbroytt og áhugaverd granskingin í føroyskum viðurskiftum er, og nú um dagarnar síggja vit á sosialu miðlunum áhugaverdar søgur um okkara granskarar og teirra fjølbroytta virksemi. Eg siti mangan og gapi av undran, tá eg lesi um hesi fólk og alt tað, tey avrika.

 

Hart arbeiði

Í dag eru møguleikarnir fyri granskingarumhvørvið í høvuðsheitum Granskingargrunnurin og Horizon2020, sum er ES-granskingarsamstarv, og sum Føroyar rinda fyri at hava atgongd til. Harumframt eru aðrar verkætlanir og onnur samstørv, sum okkara granskarar sjálvi megna at koma uppí.

At skapa sambond og at útvega fígging til gransking er ikki løtuverk, og undan øllum granskingarúrslitum, sum almenningurin fær kunnleika til, liggja nógv ár, sum hava kostað granskaranum blóð, sveitta og óivað eisini eitt tárið ella bæði tvey. Um vit kunnu lætta um hjá granskarunum, skulu vit sjálvandi gera tað.

 

Viðkomandi gransking

Granskarar úr øllum heiminum kunnu søkja um pengar úr okkara Granskingargrunni. Eingin bústaðarskylda er í viðtøkunum, men granskingin skal viðkoma føroyskum viðurskiftum. Eisini fólk úr øllum heiminum kunnu søkja um pengar úr Horizon2020, treytað av, at teirra heimland er eitt av limalondunum í granskingarsamstarvinum. Og í tí førinum skal granskingin viðkoma europeiskum viðurskiftum.

Við hesum í huga er einki petti í vegin fyri, at okkara granskarar fáa betri atogongd til onnur granskingarsamstørv og aðrar grunnar, um teirra verkætlanir eru viðkomandi og sum lúka tær treytir, sum teir ymisku grunnarnir áseta.

 

Smidligari atgongd til granskingarnetverk uttanlands

Fái eg tann stóra heiðurin at umboða okkara land á Fólkatingi, fari eg at arbeiða fyri at gera tað smidligari hjá føroyskum granskarum at fáa atgongd til granskingarsamstørv og til fígging, bæði í kongaríkinum og í øllum heiminum.


Tí einki land og einki fólk kann fóta sær uttan samstarv og sambond við onnur lond og við onnur fólk. Hetta er eisini galdandi fyri gransking.


Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið 2019