Bjarni Hammer
Lesarabræv01. august 2015
Bjarni Hammer

Hava vit eitt framleiðslu-Føroyar og eitt umsitingar-Føroyar?

Kommunuval


Politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen, metti herfyri, at komandi val verður eitt stríð millum tey framleiðandi økini í Føroyum - tað vil siga Tvøroyri, Runavík, Fuglafjørð og Klaksvík - ímóti umsitingarliga økinum í Føroyum - tað vil siga Havnini.
 
Tað er ein ávísur sannleiki í hesum, men vit eiga at vara okkum fyri at generalisera á hendan hátt. Vit eiga ikki at býta land okkara sundur og gera mun á, hvørji øki hava størri týdning fyri Føroyar. 


Fyri at fáa sum mest burturúr mugu vit hava bæði "handans og andans verkamenn", sum skaldið av Tvøroyri, Jens Thorolf Dam, yrkti.


Eg haldi, at vit eiga at hugsa í eini størri heild. Vit eiga at gera meiri fyri at framleiða og fyri at góðska pelagiska tilfeingið, og samstundis eiga vit eisini at gera meiri frá almennari síðu fyri at fáa eina betri avtalu við ES. Alt landið má standa saman og gera sítt til, at so nógv, sum gjørligt, spyrst burturúr.   


Verði eg valdur, verður hetta eitt av mínum hjartamálum, at vit skulu fáa meira burtur úr hvørjum kilo.


Eg vil at enda ynskja Bakkafrost tillukku við nýggja skipinum, sum so hóskandi eitur Hans á Bakka eftir stóra, visionera manninum av Glyvrum.
 
Bjarni Hammer
valevni fyri Javnaðarflokkin