Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv04. juni 2019
Kristianna W. Poulsen

Heilsan fyri C – eitt heilsuverk fyri øll

Føroyska heilsuverkið skal veita øllum okkara borgarum góða og trygga viðgerð. Góðar heilsutænastur fyri øll er ein av grundarsteinunum undir einum vælferðarsamfelag, og heilsuverkið veitir og skal framhaldandi veita góðar tænastur til borgarar í okkara samfelag, Hesar tænastur eru, og skulu framhaldandi vera, fíggjaðar á samhaldsfastan hátt, tí okkara heilsuverk skal ongantíð gera mun á múgvandi og fátøkum.

Fólkatingsval 2019

Men heilsuøkið er stórt og krevjandi, bæði í mun til fígging, til førleikar hjá starvsfólki og til leiðslu. Tað er neyðugt alla tíðina at arbeiða fram ímóti at kunna veita góðar viðgerðir fyri sjúklingarnar, at skapa virðiligar arbeiðsumstøður fyri tey mongu dugnaligu starvsfólkini, sum hvønn dag fara til arbeiðis í sjúkrahúsverkinum fyri at geva ta bestu tænastuna og fyri, í evsta føri, at bjarga lívi.

 

Heilsuverkið var niðurpínt, tá ið samgongan kom til í 2015, og samgongan hevur uppraðfest økið við munandi hægri játtan. Men tað er á ongan hátt hóskandi at sita hendur í favn, tí útreiðslurnar til heilsuverkið gerast ikki minni, heldur tvørturímóti.  

 

Sum Signar Dam, kommunulækni á Tvøroyri, hevur víst á í lesarabrævi, er ein grundtrupulleiki í føroyska heilsuverkinum stóra trotið á kommunulæknum. Og ein viðgerðartrygd, har vit dúva uppá dýrar viðgerðartryggingar, er eingin loysn, men fer at máa burtur av grundarlagnum undir okkara egna heilsuverki uttan at loysa nakran trupulleika. Heldur er hendan stuttskygda loysnin, sum onkur flokkur fer til val við, at míga í buksurnar fyri at halda hitanum.

 

Javnaðarflokkurin vil tryggja, at vit alla tíðina menna heilsuverkið fyri at finna rættar, tíðarhóskandi og gjørligar loysnir, so at øll menniskju kunnu kenna seg trygg við okkara heilsutænastur. Bæði tey, sum hava ríkiligt at taka av, og tey, sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga.

Samstarv við bæði Danmark og onnur lond er eisini av avgerandi týdningi fyri økið, og eitt fólkatingsumboð fyri C arbeiðir fyri teg, eisini fyri at skapa bestu karmar fyri samstarvi á heilsuøkinum.

 

Vel Javnaðarflokkin á Fólkating, so velur tú úrslit.

 

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið 2019