Heðin Mortensen
Lesarabræv19. august 2015
Heðin Mortensen

Heimastýrislógin ikki hóskandi longur

Tað eru so mong søgulig, mentanarlig, persónlig, vinnulig og politisk bond, sum knýta danir og føroyingar saman, at eingin meining er í at kvetta, ella at siga felagsskapin við danir upp. Men karmurin um hetta samstarv, heimastýrislógin, er hopleysa avoldað. Og tí tørvar okkum eina føroyska stjórnarskipan.
 
Javnaðarflokkurin vil menna einar Føroyar við sterkum tjóðskaparligum samleika, stórum politiskum sjálvræði og tøttum samstarvi við onnur lond. Stjórnarskipanin má tí áseta, at evsti politiski myndugleiki í Føroyum er Føroya fólk.
 
Sjálvandi virða vit galdandi stjórnarrættarligar skipanir, men vit eiga at hava fulla heimild at seta tær úr gildi. Tey málsøki, sum Danmark framvegis umsitur, kunnu yvirtakast undir føroyskt málsræði so hvørt sum tørvur og orka eru til tess.
 
Heðin Mortensen
valevni fyri Javnaðarflokkin