Heðin Mortensen
Lesarabræv12. juni 2020
Heðin Mortensen

Hestleiðin - Varðveitið í minsta lagi tilkallingina

Fyrst av øllum fari eg at takka Jørgen Niclasen fyri svarið, nú eg enn eina ferð spurdi landsstýrismannin um ferðasambandið til og frá Hesti. Men tá tað er sagt, so má eg siga, at eg eri ikki nøgdur við svarið.

Eg spurdi landsstýrismannin, hví túrarnir, tilkalling kl. 07:00 á morgni, kl. 17:15 seinnapart og leygardag kl. 17:00, eru tiknir úr ferðaætlanini út í Hest. Landsstýrismaðurin svarar, at fastbúgvandi í Hesti sum heild eru nøgd við ferðaætlanina. Tað er ikki rætt. Eg eri javnan í sambandi við bæði fastbúgvandi fólk í Hesti og onnur, sum hava tilknýti til oynna, og eg veit, at misnøgdin við ferðaætlanina er stór.

Landsstýrismaðurin grundgevur eisini fyri manglandi túrunum við at vísa á, at ferðafólkatalið var ov lágt, tá Spógvin var í fastari sigling. Alt í lagi, men tað var ikki tað, sum eg spurdi um. Eg spurdi um túrarnar við tilkalling. Er tað ikki grundarlag fyri fastari sigling, so eiga vit í minsta lagi at varðveita tilkallitúrarnar. Tað er alneyðugt, um vit ætla, at fólk skulu kunna búgva í Hesti og arbeiða ella ganga í skúla á Streymoynni.

Samgonguflokkarnir hava í stóran mun profilerað seg sum flokkarnir, sum hugsa um bygdirnar og útjaðaran í hesum landinum. Men tað nyttar ikki bara at tosa um útoyggjamenning, tá mann samstundis velur at taka burtur almennu samferðsluna, sum er  lívsæðrin á einari og hvørjari útoyggj.

Landsstýrismaðurin skrivar, at eitt av fremstu málunum hjá landsstýrismanninum, er at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Og hann leggur afturat, at eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur stóran týdning fyri trivnað og menning. Har eru vit púra samdir Jørgen Niclasen.

Men so er eisini at vísa tað í verki og syrgja fyri, at hestfólk nú og framyvir hava gott ferðasamband til og frá oynni. Tey høvdu møguleika fyri tilkalling, men hendan møguleikan tók landsstýrismaðurin frá teimum. Møguleiki fyri at fáa tilkalling út í oynna er tað minsta, vit kunnu bjóða teimum.

Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin