Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv10. august 2019
Kristianna W. Poulsen

Hevur Jenis etið bláseym?

Løgtingsval 2019

Eitt av høvuðsevnunum í valskránni hjá Miðflokkinum er at broyta hjúnabandslógina, so at rætturin at giftast verður tikin frá samkyndum. Og hann ætlar sær at fáa Javnaðarflokkin at taka undir við broytingini.

Eg væntaði og vónaði, at vallyftir sum hetta loksins vóru ein farin tíð. Tí nú eru Føroyar endiliga komnar inn í nútíðina við eini broyttari hjúnabandslóg, sum gevur samkyndum tey sjálvsøgdu menniskjarættindi at kunna giftast. Men vei mær! Framvegis mugu samkynd, teirra avvarðandi og alt Føroya fólk leggja oyra til homofobiskar útsagnir frá hvítum, priviligeraðum monnum, sum royna at tvíhalda um, at vit skulu hava eitt land, sum útihýsir heilum bólkum av menniskjum.

Eg kann ikki svara fyri allan Javnaðarflokkin, men eg ivist stórliga í, at komandi javnaðarumboðini á tingi taka undir við eini slíkari útihýsandi og fordømandi broyting. Fyri mítt viðkomandi kemur tað sjálvsagt ikki uppá tal.

Men nú vita vit so, at Miðflokkurin og Fólkaflokkurin ynskja at broyta hjúnabandslógina, um teir (!) fáa møguleikan eftir løgtingsvalið.

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið