Tíðindi17. juni 2020

Heðin Mortensen spyr um innflutning av djórum

Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at djór hava tørv á at fara um landamørk okkara. So sum skurðviðgerðir, ferðing ella kappingar. Tað sigur Heðin Mortensen í viðmerkingum til fyrispurning, sum hann í dag hevur sett Helga Abrahamsen um innflutning av djórum.

Ferðing og innflutningur av djórum hevur verið loyvt í mong ár, og higartil er mett, at fyribyrgjandi viðgerðir hava verið nøktandi. Gamla skipanin, har hundar skuldu í sóttarhald, varð broytt í 1996. Landsstýrið ætlar nú at rulla skipanina aftur og gera hana enn strangari. Broytingaruppskot til kunngerð um innflutning og ferðing við hundum v.m. er sent til hoyringar. Verður nýggja kunngerðin sett í verk, fer til dømis ikki longur at bera til hjá føroyskum hundaeigarum at fara uttanlands og hava hundin við. 

- Hvørt ár fara hundar til útlond til viðgerðar og kanningar. Hetta umfatar m.a. átrokandi viðgerðir og skurðviðgerðir fyri kroniskar sjúkur. Um broytingaruppskotið kemur í gildi, so verða kanska nógv djór, sum ikki fáa neyðuga viðgerð. Eg ivist í, um tað er nøktandi djóravælferð, at djór í Føroyum ikki fáa neyðugar viðgerðir og kanningar, sigur Heðin Mortensen, sum tí hevur sett Helga Abrahamsen ein fyrispurning um innflutning av djórum.

Harafturat kann talan vera um eina skerjing í nútímans mátanum hjá fólki at halda djór, heldur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at hundar og kettur ikki longur eru djór, sum bara búgva í kjallaranum, men at tey hjá fleiri eru partur av einum nútímans familjulívi. Fyri hesi er tað púra náttúrligt at hava djórini við sær at ferðast, sigur hann.

Eisini vísir Heðin Mortensen á, at nógv djór ferðast uttanlands í samband við kappingar.

- Kappingar hava stóran týdning fyri bæði fólk og djór. Tær kunnu roknast sum ítróttur og eru til frama fyri djóravælferð. Um ætlaða broytingaruppskotið kemur í gildi, kunnu vit vænta, at hundafeløg sum Seyðahundasamband Føroya og Hundaeigarafelag Føroya detta niður fyri, tí kappingar uttanlands eru orsøkin til, at feløgini eru til. Hetta vildi verið harmilgt, tí feløgini virka fyri djóravælferð heima í Føroyum við at veita kunning og venjing, sigur Heðin Mortensen og vónar, at landsstýrismaðurin hugsar seg væl um, áðrenn nakrar broytingar verða gjørdar á hesum øki.