Tíðindi19. juni 2020

Heðin Mortensen vil hava løgmann at svara

Góðtekur løgmaður, at fíggjarmálaráðharrin brýtur Kommunustýrislógina við tað at hann kolldømir sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið? Tað vil Heðin Mortensen nú hava Bárð á Steig Nielsen at greiða frá.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur kolldømt sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Kommunufelagið finst í almennum skrivi hvassliga at avgerðini og sigur millum annað, at avgerðin ikki einans er í stríði við alla siðvenju á økinum, men eisini er beinleiðis í andsøgn við greitt orðaða endamálið við §5 í Kommunustýrislógini. Endamálið við hesi greinini er, at landsstýrismaðurin skal tryggja javna millum lønarlagið hjá landinum og kommununum. Kortini hevur landsstýrismaðurin valt at kolldøma sáttmálan. Hetta hóast sáttmálin gevur starvsfólki hjá kommununum nett sama lønarvøkstur sum starvsfólki hjá landinum.

Tað heldur Heðin Mortensen vera alt annað enn í lagi, og tí hevur hann nú drigið løgmann upp í leikin. Í fyrispurningi til løgmann spyr Heðin Mortensen, um løgmaður metir, at tað ber til at hava álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og um hann heldur, at landsstýrismaðurin, sum evsti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum, hevur hildið seg til endamálið við §5 stk. 5 í Kommunustýrislógini.

- Tað tók landsstýrismanninum í fíggjarmálum einans tvey samdøgur formliga at kolldøma undirskrivaða sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Hetta hóast sáttmálin gevur starvsfólki hjá kommununum nett sama lønarvøkstur sum starvsfólki hjá landinum. Hinvegin megnaði landsstýrismaðurin ikki at svara formligu atfinningunum hjá Kommunufelagnum eftir einari viku, men mátti biðja sær longda freist, sigur Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen heldur, at tað, at landsstýrismaðurin hevur fyri neyðini at biðja um longda freist at svara, prógvar, at hann tók avgerðina uttan mun til, hvat lógin sigur, og tí nú aftaná noyddist at fáa tey at leggja høvdini í blot í Fíggjarmálaráðnum. Hetta lógargrundarlagið átti at verið landsstýrismanninum meinkunnugt og greitt, áðrenn avgerðin varð tikin, heldur Heðin Mortensen.

- Tað er at misnýta vald sítt til at hóreiggja sær eftir egnum tykki uttan mun til rættargrundarlagið, Kommunustýrislógina – hendan so avgerandi partin í fólkaræði okkara – sum landsstýrismaðurin átti at sæð sum sína fremstu uppgávu at lívga og verja. Eitt er, at slík atferð forðar fyri líkinda samstarvi millum land og kommunur. Enn verri er, at hon oyðileggur álitið á demokratiska rættarsamfelag okkara, sigur Heðin Mortensen.