Tíðindi21. oktober 2020

Heðin spyr um umstøðurnar á Listasavni Føroya

Umvælingarnar á Listasavni Føroya mugu koma í gongd beinanvegin, skulu dýrgripirnir ikki missa virðið. Tað vísir Heðin Mortensen á, tá hann í munnligum fyrispurningi í dag fer at spyrja Jenis av Rana, hvussu gongur við umvælingunum á Listasavninum.

Tá munnligir fyrispurningar verða á skrá í løgtinginum í dag, fer Heðin Mortensen at seta Jenisi av Rana, landsstýrismanni við mentamálum, ein fyrispurning um umstøðurnar á Listasavni Føroya.

Listasavn Føroya hevur fleiri ferðir víst á, at neyðugt er við umvælingum á bygninginum. M.a. hevur verið sagt, at tað er neyðugt at skifta takið bæði á tí gamla og á tí nýggja partinum av savninum.

- Málningar, list og aðrir virðislutir skulu standa trygt og væl undir skipaðum viðurskiftum, skulu teir ikki farast. Um málningar o.a. virðislutir ikki verða varðveittir turt og væl t.d. vegna lekar og/ella fukt, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn teir hava mist virðið. Ein onnur avbjóðing, sum kann vísa seg í bygningum, har tað er vátt og fuktur, er at tað, sum er í varðveitslu verður etið upp av silvurfiski ella líknandi kyktum, sigur Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Peningur er settur av til at gera umvælingarnar, og tí heldur Heðin Mortensen, at tað er óskiljandi, at umvælingarnar ikki eru komnar á mál enn.

Løgtingsfundurin byrjar kl. 11.