Birna Heinesen
Lesarabræv31. juli 2019
Birna Heinesen

Hvat gera vit við bústaðarkreppuna?

Løgtingsval 2019

Meðan onkur heldur tað vera ein stoltleika at byggja sín egna bústað, veksur talið av fólki, ið als ikki hava møguleikar til tess!

Hetta kann vera lætt hjá teimum, ið settu búgv fyri meir enn 5-10 árum síðani at siga.

Í dag er søgan ein heilt onnur. Ikki eru nógv grundstykki til taks, stórt trýst er á byggivinnuni, og skalt tú eitt nú keypa eini hús fyri 3 mió. í Havn, skalt tú hava 7 %, altso 210.000 kr í eginpeningi, og lánið verður tá 2,79 mió. Fyri at fáa eitt tílíkt lán skal samlaða ársinntøkan vera minst 930.000 kr – ein triðing av láninum. Sostatt skalt tú út frá hesum roknistykkinum hava eina inntøku uppá 77.500 krónur um mánaðan. Eru tvær inntøkur, skulu tit hava eina inntøku uppá 38.750 hvør um mánaðin.

So kunnu vit siga, at tú kanst fara út um Havnina at keypa eini hús. Trupulleikin er, at har gerast krøvini øðrvísi – ofta skal eginpeningurin vera munandi hægri enn 7 %, nógvastaðni heilt upp í 30 %.

Spurningurin er: eiga øll at byggja síni egnu hús? Ella keypa eini?
Dokumentarurin hjá KvF, Hóskandi heim søkist, lýsir hvussu støðan hjá fleiri samfelagsborgarum er í dag. Serliga stakir uppihaldarar hava ikki møguleika at keypa ella byggja síni egnu hús, og tískil eru vit sum samfelag noydd at taka ábyrgd. Tað líkist ongum, at stakar mammur við børnum skulu liggja og rekast millum frítíðarhús og kjallarar og millum bygdir og býir.

Vit mugu tryggja, at ung foreldur við smáum børnum, sum vilja lesa her heima, hava møguleika til tess, og ikki eru noydd at fara av landinum fyri at taka eina útbúgving, sum kann takast í Føroyum, einans orsakað av bústaðartrupulleikum.

Hvussu koma vit hesi kreppuni til lívs?
Spyrja vit Andras Róin, eiga vit at hava millum 2000 og 4000 leiguíbúðir í Føroyum. Hyggja vit at øllum, sum í løtuni er sett í verk, koma vit ikki uppá meir enn nakrar hundrað – langt undir túsund íbúðir tilsamans.

Hetta er ikki nóg mikið. Hetta er bert ein byrjan, og tí má hetta vera tað, ið eigur at verða raðfest sum eitt av hægstu málum komandi valskeið – at land, kommunur saman við privatum taka hendan trupulleikan í álvara og veita fleiri loysnir.

Vit mugu eisini hugsa í alternativum loysnum – sum nú er, tosa vit um sethús ella íbúðir. Hvat við lutaíbúðum? Hvat við fleiri raðhúsum, sum tey Millum Gilja og inni á Gøtu? Ella verkætlanum sum Tórsbyrgi? Tílíkar verkætlanir geva fólki frælsi at byggja eini passalig hús, og at seta sín egna dám á húsini. Vit, sum fylgja við á húsamarknaðinum, síggja ið hvussu er, at tílík hús verða seld sera skjótt, koma tey á sølulistarnar.

Íbúðir í dag kosta, orsakað av bráðfeingis-tørvinum, næstan tað sama sum eini hús. Hesar íbúðir verða ofta brúktar sum fyribilsloysn hjá fólki, sum eitt nú flyta heim eftir loknan lesnað, og verða síðani seldar aftur. Tær eru við til at halda húsaprísinum uppi og hava eitt endamál – at byggiharrin gerst ríkari og kann byggja meira – her mugu vit royna at raðfesta øðrvísi.

Raðfesta verulig heim
Vit skulu ikki bert geva fólki tak yvir høvdið við bráðfeingis-loysnum, men vit mugu byggja skynsamt.

Eisini mugu vit gera tað møguligt hjá Føroya fólki at keypa hús uttan fyri Havnina, og har er ein almennur bústaðarbanki í løtuni besta loysnin.

Bústaðir mugu byggja meira, og bygging av bústøðum til familjur, eldri og borgarar við serligum tørvi, skal koma fram um bygging av marglætisíbúðum sum Biskupstorg í Klaksvík og Skansin í Tórshavn. Nú skulu fleiri bústaðir sum oman Mattalág, Ranggil, Blikagøta og Dávagerði raðfestast!

Vit mugu raðfesta, at nýggju bústaðirnir verða bygdir kring alt landið, og at teir verða bygdir millum sethús og nær øðrum hentleikum, so teir kunnu vera familjum, einstaklingum og samfelagnum til gagns sum varandi loysnir.

Eisini mugu vit fara undir at veita býlisstuðul og samstundis tryggja, at leigulógin verður hildin.

Hesum fari eg, sum valevni Javnaðarfloksins, at arbeiða fyri at seta fremst á dagsskrá komandi valskeið!

Birna Heinesen