Birna Heinesen
Lesarabræv25. september 2020
Birna Heinesen

Hvør er tað, ið uppalir børnini?

Nú eru fólk aftur farin at ræðast. At ræðast tey samkyndu og at at tey fáa fleiri rættindi. Ikki minst, at børn teirra fáa rættindi, og verða líkastillað við onnur børn í okkara samfelag.

Eg komi ofta í hesum sambandi, at hugsa um hugtakið ”It takes a village to raise a child”. Hetta hugtak er at finna í fleiri ymsum variatiónum í afrikanskum londum – ”A child does not grow up only in a single home” og ”regardless of a child's biological parents, its upbringing belongs to the community” millum aðrar, og hesar eru í grundini sera sigandi.

Orðið ”hjún”

Nær gjørdist hjúnalagið millum mann og kvinnu heilaga einari kvinnu og einum manni? Hyggja vit aftur í Gamla Testamenti, har nógv av teimum bangnu leita eftir próvtilfari, um hvat er rætt og skeivt, høvdu menn upp til fleiri hundrað konur, hjákonur og trælkonur. Hyggja vit at miðøldini her um okkara leiðir, merkir orðið ”hjún”, sambært ordnet.dk, húsfólk – altso øll á t.d. einum garði vóru at rokna sum húsfólk, og vóru tískil eisini ein partur av heitinum ”hjún”, og tóku lut í øllum arbeiði og allarhelst eisini uppaling. Ofta vóru fleiri ættarlið í sama húsi, og arbeiðsfólkini vóru eisini húsfólk.

Fara vit eini tvey ættarlið aftur, so hava nógv okkara onkra ommu, sum kann siga frá, at antin hon, ella okkurt systkin búði hjá onkrum øðrum í familjuni, sum ikki áttu børn. Onkuntíð, tí mamman gjørdist sjúk, ella av ymsum øðrum orsøkum.

Ja, Jesus hevði sjálvur tveir pápar - ein pápa í himli og ein fosturpápa á jørð.

Altso hendan familjan og hetta hjúnalagið, sum nógv nú royna at verja sum fyribrigdi, er ikki nakað, sum altíð hevur verið, men hví er tað so týdningarmikið at varðveita hetta nú?

Hví ræðast, at børn gerast rótleys av at hava fleiri pápar ella fleiri mammur, ella t.d. bert eina mammu, ella okkurt annað?

Standardisering av familjulívinum

Hetta hjúnabandið, og rætturin at arva hvønn annan o.s.fr. er rættiliga nýtt. Hetta er einfalt, tá tað skal festast niður á blað, men lívið hevur ongantíð verið einfalt – tað er altíð onkur, ið ikki passar inn í standard-modellið, og spurningurin er, um tað ikki er modellið, tað er galið við?

Hetta, sum vit síggja nú, er ein ábending um, at lógir, reglur og bureaukratiskar standardiseringar sjáldan passa til øll – kjarnufamiljan (tvey vaksin av hvør sínum kyni og nøkur børn) er ein konstrueraður veruleiki, sum gamaní, í stóran mun, hevur verið galdandi seinastu 50-100 árini, um ikki minni.

Fyrr tók tann yvir barnauppalingina, ið hevði yvirskot til tess – var tað ein gomul fastur í eini aðrari bygd, so var tað soleiðis tað var – og har var einki pappír ella nøkur lóg, ið vardi hvørki barn, foreldur ella tann, ið tók ímóti barninum. Tú gjørdi tað, tú kendi sum tína skyldu – ikki tí, at vit skulu aftur til tað, men kollektiv og fjølbroytt barnauppaling er altso ikki nakað nýtt fyribrigdi.

At maður og kona skulu vera eitt, sum skrivað stendur, kann eisini lesast sum ein staðfesting av eini náttúrulóg – tað skal eitt egg og eitt sáð til fyri at gera eitt barn. Men merkir hendan staðfesting, at maður og kona skulu búgva saman í einum arkitektteknaðum húsum í 2-3 hæddum, seta vekjaran kl. 6.30, arbeiða frá 8-16, eiga tveir bilar, koyra børnini á stovn 9 tímar um dagin o.s.fr.? Ella at kvinnan skal vera heima hjá børnunum, meðan maðurin er úti? Hvør eigur rættin til at siga, júst hvat hetta merkir?

Vit lesa altíð skriftirnar út frá okkara egna veruleika, og vit konstruera skipanir útfrá hesum veruleika.

Hvør hevur ábyrgdina av uppalingini?

Soleiðis sum summi ynskja at hjúnalagið skal halda fram at síggja út, hevur veruleikin sæð út í nøkur fá ættarlið hjá nógvum, men merkir hetta, at tað er tann einast veruleikin? Hetta var ikki normurin, hvørki í Gamla Testamenti, tá Jesus livdi, ella í miðøldini og hevur heldur ikki verið idealið í serliga nógv ár tilsamans í heimssøguni.

Samfelagið og teir strukturar, ið eru í samfelagnum, eru við til at uppala børnini og forma okkum øll sum menniskju, og um tú har heima eigur eina mammu og ein pápa, tvær mammur, ella ommur ella abbar, so má tað týdningarmesta vera, at tú eigur eitt heim, har fólk, sum elska teg, eru um teg.

Samstundis er eins týdningarmikið at tey, ið eru saman við tær allar tímarnar tú ert úti, eisini eru góð við teg. Lærarar, námsfrøðingar, venjarar o.s.fr. Vit eru øll við til at uppala børnini, og spurningurin er, um tað, ið ávirkar mest, ikki man vera samfelagið sum heild, og ikki júst hvussu nógvum vaksnum fólki, tú býrt saman við, og hvat kyn tey hava.

 

Birna Heinesen, Javnaðarflokkurin