Tíðindi12. februar 2020

Javnaðarkvinnur skipa seg

Í nógv ár hava kvinnur í Javnaðarflokkinum havt ein óformellan bólk, sum hevur havt til endamáls at kveikja áhugan hjá kvinnum fyri politikki og stuðla hvørji aðrari í politiska arbeiðnum. Nú er ætlanin at umskipa bólkin til tess at fáa meira og betri skipað virksemi.

Vit skulu heilt aftur til tíðina, tá Marita Petersen var í Tinganesi, fyri at finna upprunan til ein kvinnubólk hjá Javnaðarflokkinum. Kvinnur við somu hugsjónarligu meiningum hittust fyri at læra meira um politikk og fyri at stuðla og eggja hvørji aðrari til at stilla upp og gera sína hugsan galdandi. Síðan tá er nógv hent á politiska pallinum, og ein kvinna í politikki er tíbetur eingin serhending í dag. Kortini er nógv eftir at gera, skulu vit røkka málinum um fulla javnstøðu í politikki.

- Bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið 2019 vóru vánalig kvinnuval fyri allar flokkar – eisini Javnaðarflokkin. Vit fóru frá at hava tríggjar kvinnur valdar á løgtingi í 2015 til bert at fáa eina valda í 2019, og tað mugu vit gera nakað við, siga Katrin Gaard, Kristianna Winther Poulsen, Birna Heinesen og Rebekka Niclasdóttir, sum eru nakrar av av stigtakarunum.

Bólkurin  Javnaðarkvinnur kemur at virka tvørtur um limafeløgini hjá Javnaðarflokkinum kring landið, og ætlanin er at arbeiða fyri við endamálinum á fleiri stigum. Summar av kvinnunum, sum eru virknar í bólkinum, hava verið í politikki í nógv ár, meðan aðrar eru heilt nýggjar. Tí er bæði tørvur á skipa fyri upplýsandi tiltøkum um grundleggjandi politikk, at eggja og stuðla í sambandi við uppstilling og at leggja ætlanir fyri, hvussu fleiri kvinnur verða valdar komandi val.

- Eitt kommunuval er fyri framman, og vit ætla okkum beint í gongd. Vónin er, at arbeiðið fyrst og fremst fer at bera frukt í Javnaðarflokkinum, men ongantíð betur, um fleiri flokkar taka dystin upp, so vit sum heild fáa nógv betri kvinnuval í framtíðini, siga stigtakararnir.

Stovnandi fundurin verður 25.02 kl. 19.30 í Javnaðarhúsinum á Niels Finsensgøtu 14 á loftinum. Allar javnaðaráhugaðar kvinnur eru vælkomnar.