Djóni N. Joensen
Lesarabræv01. februar 2019
Djóni N. Joensen

Jenis trýr at hvør maður stjelur

Samgongan indoktrinerar eingi børn. Heldur ikki dagstovnarnir. Hesi uppáhald eru ikki bara ódámlig og ófrættakend. Tey hava heldur einki hald í veruleikanum, sum fer fram á nútíðar dagstovnum kring landið. Men tjóvur trýr at hvør maður stjelur, ikki so Jenis?

Stórt álit á føroysku stovnunum

Endamálið hjá samgonguflokkunum er at avkristna Føroyar, sigur Jenis av Rana. Sambært løgtingsmanninum fara vit eisini inn í barnagarðarnar at ávirka børnini.
Álopið um indoktrinering er tí ikki bara eitt álop á samgonguna, men á alt dagstovnaøkið. Lat meg siga tað beinanvegin, at eg havi stórt álit á føroysku dagstovnunum, og eg eri vísur í, at eingin gongur tilvitað runt og indoktrinerar børn okkara. Til tess hava vit at sær komnar og fakliga dugnaligar leiðarar at fylgja við, umframt eina dagstovnalóg, sum ikki loyvir hesum ógvusligu uppáhaldunum frá Jenisi av Rana. Eisini hava starvsfólkini strangar reglur at ganga eftir, námsætlanir, fráboðanarskyldu o.s.fr.

 
Ræðukampanjan heldur fram

Eg haldi tað vera ótrúliga grovt av formanninum fyri ein politiskan flokk at gera eitt slíkt ómotiverað álop á bæði samgonguna og alt dagstovnaøkið. Hetta er ein stór háðan og eyðmýkt av tí uppbyggjandi námsfrøðiliga arbeiðnum, ið verður gjørt av dugnaligu starvsfólkunum, sum hvønn dag stríðast fyri allarbestu korum og trivnaði hjá børnum okkara.

 

Eingin av samgongulimunum hevur nakrantíð undir hesum valskeiðnum latið nakran iva vera um, hvør eigur og hevur ognarrættin til síni egnu børn. Sjálvandi eru tað foreldrini, Jenis av Rana. Sjálvandi. Og eingin av samgongulimunum hevur nakrantíð undir hesum valskeiðnum havt ætlanir um at fáa starvsfólkini á dagstovunum at indoktrinera børnini. Tað vita øll, bæði foreldur og ommur og abbar, sum hava samband við dagstovnarnar. Men eg ivist í, hvussu væl Jenis kennir stovnarnar. Eg fari tí við hesum at bjóða Jenisi av Rana at koma ein túr við mær út at vitja nakrar barnagarðar, so hann sleppur at síggja, hvussu veruleikin sær út. Tekur tú av Jenis?

 

Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin.