Tíðindi17. juni 2020

Jú tørvur er á sorgarfarloyvi

Danska stjórnin og flokkarnir á fólkatingi hava gjørt avtalu um at veita sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa eitt barn. Í februar setti Djóni Nolsøe Joensen ein fyrispurning um hetta sama.

Helgi Abrahamsen svaraði tá, at hann ikki ætlaði at seta hesa skipan í verk í Føroyum. Tað heldur hann framvegis, hóast skipanin nú verður sett í verk í Danmark. Helgi Abrahamsen grundgevur við, at tað fyri summi er best at sleppa til arbeiðis aftur beinanvegin, og tí skal tað ikki vera sjálvsagt at fáa farloyvi, tá eitt barn doyr. 

- Eg haldi ikki, at henda grundgevingin heldur, Helgi. Tí hóast tú fært møguleika fyri at fara í sorgarfarloyvi, so sigur eingin, at tú SKALT fara í farloyvi. Tað er rætt, at foreldur, sum eru í tí vanlukkuligu støðu, at barn teirra doyr, handfara støðuna ymiskt. Summi hava tørv á at sleppa skjótt aftur til arbeiðis, meðan onnur ikki hava orkuna til tess og hava tørv á at syrgja heima í eina tíð. Foreldur, sum hava tørv á hesum seinna, hava møguleika til at søkja um at verða sjúkrameldað, men mugu í tí sváru støðuni sjálv syrgja fyri at søkja og endurnýggja fleiri ferðir, um tørvur er á tí. Í hesum sambandi er vælvild frá arbeiðsgevara avgerandi. Tíðin er komin til, at foreldur, ið missa barn, fáa lógartryggjaðan rætt til at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið. Soleiðis vildi tað blivið eins natúrligt at fara í sorgarfarloyvi, tá ein missir eitt barn, sum at fara í barnsburðarfarloyvi, tá ein fær eitt barn. Fekst tú farloyvi í eitt hálvt ár, kundi tú sjálvsagt valt at farið til arbeiðis aftur fyrr, um tú tørvaði tað. Eins og ein kann velja at lata vera við at brúka barnsburðarfarloyvi, um ein ynskir at fara aftur til arbeiðis, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Fyrispurningurin, sum Djóni setti í februar, kann lesast her: logting.fo/files/casewrittenquestion/953/050.19%20Spurningur%20til%20H.%20Abrahamsen%20fra%20D.N.%20Joensen%20-%20sorgarfarloyvi.pdf