Birna Heinesen
Lesarabræv16. august 2019
Birna Heinesen

Latið okkum gera Dalin fagran aftur!

Løgtingsval 2019

Nú er LISA – Listasamband Føroya endiliga sloppið oman í Hoydalar. Leingi er tað, ið væl skal vera!

Mentan er ein stórur og týdningarmikil partur av okkara gerandisdegi, og hon kann býtast upp í ymsar partar – vit hava okkara mentanararv – siðir, mál o.s.fr., og so hava vit ta list, ið verður skapt í okkara samtíð.

Tað er av alstórum týdningi, at vit varðveita og hyggja aftur at tí mentan og list, ið vit hava arvað gjøgnum ártúsund, men ikki minst, er tað sera týdningarmikið, at tann listin sum livir í dag hevur góðar sømdir at liva, broytast og skapast í.

Tí tørvar okkum ein veruligan listapolitik, sum ikki bara er ein lítil avleggari av okkara mentanarpolitikki, men ein politikk, ið tekur støði í núverandi skapandi tilfeinginum.

Okkara listafólk skulu hava góðar sømdir at virka undir. Eisini er tað av sera stórum týdningi, at vit øll - vaksin, gomul, tey ungu og børnini, hava atgongd til nýggja list, tí listin í sær sjálvum sigur so ótrúliga nógv um, hvat tað er fyri eitt samfelag vit liva í. Hon lýsir ofta samfelagið við einari frástøðu, sum gevur okkum møguleika at endurhugsa tað, sum vit uppliva í gerandisdegnum, stundum sum ein dreymur og onkuntíð sum ein marra.

At seta í frásjón, hugsa kritiskt og at sjálvi fáa hug til at skapa, eru eginleikar, sum listin er við til at stimbra hjá okkum øllum, og tískil er tað av alstórum týdningi, at listin og tey sum arbeiða við henni, verða vird og hoyrd.

Ikki minst, at tey hava góðar fysiskar umstøður at arbeiða undir.

Nú er lykilin útvegaður, men hvar eru pengarnir?

Nú LISA er sloppið oman í Hoydalar, mugu vit seta pengar av sum skjótast, so at listafólkini kunnu fáa hesar umstøður at arbeiða undir.

Vit mugu raðfesta pening til rakstur og umsiting og eisini mugu fysisku karmarnir betrast, so hølini vera brúkilig í tann mun, sum LISA ætlar at nýta tey.

Vit mugu taka vælgrundaða uppskotið, sum LISA sendi Mentamálaráðnum í álvara, og ikki bert geva teimum lykilin, men eisini krónur at arbeiða við.

Tað sær út til at vera dýrt at gera nakað við sjálvan skúlabygningin, men sum eina byrjan eiga vit at raðfesta pening til umsiting og í mun til umvæling og nútímansgerð av hølunum ber til at selja hølini, ið LISA brúkar í dag, og fyri tann peningin kunnu gulu bygningarnir, skúlahøllin og fimleikarhøllin gerast klár til nýtslu.

Samstundis mugu vit halda góðu gongdina, sum samgongan hevur havt seinastu fýra árini, og økja stuðulin til yrkislista bólkar munandi í komandi valskeiði.

Lív í Dalin aftur!

Tað hevur verið í so friðarligt síðan tey ungu, sum hava búleikast í Dalinum seinastu 50 árini, fóru haðani.

Dalurin hevur við hugskotinum hjá LISA eitt potentiali at gerast ein miðdepil fyri list, sum vit øll fáa atgongd til at vitja, men ikki minst kann hetta gerast eitt kveikjandi arbeiðspláss til listafólk innan allar listagreinar.

Tekniborðið er klárt, listafólkini eru klár – nú skal politiska skipanin bara til arbeiðis at finna krónurnar, ið kunnu gera hetta møguligt!

Eg eri til reiðar, og fari sum valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið 31. august at arbeiða fyri at betra umstøðurnar hjá listafólki!

Birna Heinesen, valevni fyri Javnaðarflokkin