Tíðindi21. oktober 2020

Listi C raðfestir trivnað og fjølbroytni í eini grønari Eysturkommunu

Listi C til kommunuvalið í Eysturkommunu er klárur. 8 valevnir - 4 kvinnur og 4 menn úr øllum 5 bygdunum í kommununi - eru klár og bjóða seg fram til komandi býráðssetuna.

Kommunuval 2020

Ítøkiligar ætlanir á barna- og ungdómsøkinum

Fá spælipláss eru í kommununi, og enn færri eru tíðarhóskandi. Tí fer listi C at arbeiða fyri at fáa nýggj og tíðarhóskandi spælipláss í øllum bygdunum í kommununi. Í longri tíð hevur eisini verið tosað um at gera ungdómshús í kommununi, og er hetta nakað, ið eigur at raðfestast komandi setuna.

Eina rúmligari og grønari kommunu

Tað er av týdningi, at okkara eldru sleppa at eldast í kommununi, og tí er neyðugt at hyggja eftir hvørjar avbjóðingar eru, bæði nú og næstu árini á eldraøkinum.

Og fyri at eldast í kommununi, má ein fyrst seta búgv. Tað er ikki altíð lætt, tí í Eysturkommunu eru bert tvey tøk grundstykkir at keypa, og íbúðir eru fáar í tali, so tí er torført hjá fólki at seta búgv í kommununi. Kommunan eigur fleiri økir, ið eru klár at byggja fjøltáttaðar íbúðir á, og tá tørvurin á bústøðum er so stórur, eiga vit at seta á at byggja íbúðir av ymsum slag.

Hóast tað til tíðir er neyðugt at byggja nýtt, so eigur ein raðfesting tó altíð at verða, at allir kommunalir bygningar verða viðlíkahildnir. Havandi Veðurlagspolitikk Føroya 2020 - 2030 í huga eigur kommunan eisini at skifta allar kommunalar bygningar yvir til reinorku hitaskipanir og altíð hava umhvørvi í huganum, tá nýíløgur skulu gerast.

Umframt hetta hava valevnini sjálvsagt ymisk hjartamál innan eitt nú hægri normeringar á dagstovna- og eldraøkinum, mentan, vinnumenning, frítíðarvirksemi, útstykking, integratión og endurnýtslu.

Vit ynskja við hesum at leggja lunnar undir trivna og fjølbroytni, soleiðis at kommunan er rúmlig og mennandi við pláss fyri okkum øllum.

Á listanum eru:

Anna Tórbjarnardóttir, námsfrøðingur, Við Gøtugjógv

Bárður Reinert Joensen, skrivstovumaður, Leirvík

Bjørg Joensen Eskildsen, múrari, Undir Gøtueiði

Edvard á Hólalagnum, maskinmeistari, Leirvík

Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur, Norðragøta

Marita Klein Joensen, hagfrøðingur, Syðrugøta

Regin Strømsten, sjómaður, Norðragøta

Unn Jarnskor Ellingsgaard, námsfrøðingur, Syðrugøta