Bjarni Hammer
Lesarabræv29. august 2019
Bjarni Hammer

Lønarmissur hjá tímaløntum við sjúku

Eg vil kempa fyri at javnseta tímalønt og mánaðarlønt. Komið við at fáa javnsett føroyskar løntakarar við sjúku.

Løgtingsval 2019

Síðan eg kom á ting, havi eg stríðst fyri at verja og menna arbeiðspláss í Føroyum. Hetta serliga í Suðuroy har størsta arbeiðsloysið hevur verið. Sjónligt er, at nú gongur væl Føroyum. Gleðiligt er síggja, at nú gongur framá eisini í Suðuroy.

Javnaðarflokkurin arbeiðir ikki bara við at menna arbeiðspláss, men eisini at tryggja arbeiðsfólkið best møguligt. Tá ið tímalønt arbeiðsfólk er sjúkt minni enn tvær vikur, má tað fáa sær læknaváttan fyri at fáa sjúkradagapening. Hetta má broytast – málið má vera at javnseta allar løntakarar í sambandi við sjúku.

Uppskot at broyta dagpengingalógina var á tingi farnu tingsetu, men fall burtur. Eg vil arbeiða fyri at taka málið uppaftur.
Eg taki fult undir við formanninum í Føroya Arbeiðarafelag Georg F. Hansen, tá ið hann sigur: ”Vit vilja bara hava somu lógartryggjaði rættindi í sjúkradagpeningalógini, sum aðrir løntakarar hava í starvsmannalógini, har ásett verður, at tær fyrstu tvær vikurnar eitt starvsfólk er rakt av sjúku, er ikki neyðugt við læknaváttan.”

Tað kann ikki vera rætt, at um ein tímaløntur er sjúkur ein dag, at hann skal til lækna at fáa sjúkraváttan. Kostnaðurin fyri váttanina fer við meginpartinum, av tí arbeiðarin fær í dagpengum.

Eg vil kempa fyri at javnseta tímalønt og mánaðarlønt.

Komið við at fáa javnsett føroyskar løntakarar við sjúku.

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin