Heðin Mortensen
Lesarabræv17. august 2015
Heðin Mortensen

Longt barsilsfarloyvi og bíligari barnaansing


Vit mugu fáa fleiri børn, um aldurssamansetingin í Føroyum skal bøtast. Barnaansingin er kommunalt ábyrgdarøki. Men tað almenna og kommunurnar eiga at samráðast um at fáa barnansingina bíligari, tí ansingin er ein sera tungur postur hjá mongum barnafamiljum.
 
Ein samlað ætlan má venda sosialt rætt og má gerast í samráð við Pedagogfelagið og onnur avvarðandi feløg.
 
Í hesum sambandi eigur barnasburðarfarloyvið at verða longt upp í eitt ár. Hetta kann gerast við at hækka inngjaldið við 0,2%, t.v.s. at barsisgjaldið skal frá 0,62% upp í 0,8%, so ráð eru til tær 15 eyka vikurnar, sum tørvur er á.
 
Verður hetta gjørt, minkar tørvurin á vøggustovuplássum nakað, t.v.s. at kommunurnar harvið eisini spara nakað av pengum.
 
Heðin Mortensen
valevni Javnaðarfloksins