Djóni N. Joensen
Lesarabræv03. september 2018
Djóni N. Joensen

Mugu hava lógarkravt aldursmark á dansistøðum

Eg havi fleiri ferðir víst á tað fyrr, og eg fari at siga tað eina ferð afturat: Vit mugu verja okkara ungu betri í náttarlívinum. Vit kunnu ikki sum samfelag hyggja at, meðan ung fólk vikuskifti aftaná vikuskifti koma í óføri á dansistøðunum kring landið. Tí fari eg inniliga at heita á landsstýrismannin við vinnumálum um at áseta lógarkravt aldursmark fyri atgongd til dansistøð um náttina.

Í dag er einki lógarkravt aldursmark fyri at koma inn á skeinkistøð. Summi skeinkistøð velja at hava tað, men tað er ikki álagt øllum. Galdandi forboð snýr seg bara um sjálva skeinkingina fyri ungum undir 18 ár. Í hesum sambandi haldi eg, at tað er umráðandi at skilja millum gistingarhús og matstovur og so dansistøð, sum hava opið alla náttina. Tí meðan tað helst ikki er nakar trupulleiki, at børn og ung hava atgongd til gistingarhús og matstovur, har tað verður skonkt fyri vaksnum, so er søgan ein onnur, tá tað kemur til dansistøð í náttarlívinum. Tí neyvan er tað nakar í myrkrinum, sum heldur eyga við, at tað bara er tann, sum keypti, sum drekkur av glasinum.

Í juni mánaði setti eg landsstýrismanninum við vinnumálum ein fyrispurning um skeinkiloyvi og skipanina av hesum. Í tí sambandi svaraði landsstýrismaðurin millum annað, at løgreglan hevur upplýst Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, at einki mál er skrásett um skeinking fyri ungum undir 18 ár. Øll, sum kenna onkran, sum ferðast í náttarlívinum vita, at hetta fer fram. At løgreglan einki mál hevur um hetta merkir allarhelst, at tað er trupult hjá løgregluni at hava eftirlit við hesum.  

Við uppskotinum um løgtingslóg um matstovu- og gistingarhúsvirksemi verða ásetingarnar, sum viðvíkja skeinking, tiknar úr rúdrekkalógini og fluttar yvir í ta nýggju lógina. Eg haldi, at nú farið verður undir at skilja ímillum gistingarhús/matstovur og onnur skeinkistøð, at vit í sama viðfangi eiga at syrgja fyri, at eitt lógarásett aldursmark verður sett á atgongd til tey skeinkistøðini, sum ikki koma undir matstovu- og gistingarhúsvirksemi – so sum dansistøð. Hetta hevði verið við til at fyribyrgt, at tey heilt ungu fáa atgongd til rúsdrekka og onnur rúsandi evni, sum finnast í náttarlívinum. Tað eigur at bera til.   

Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin