Henrik Old
Lesarabræv23. januar 2019
Henrik Old

Novo-málið: Danir hava gott samstarv við grunnar

Danir hava drúgvar royndir við at samstarva við grunnar í menningini av vælferðarsamfelagnum, vísir svar frá stjórnini. – Í einum væl skipaðum samstarvi er ongin orsøk at stúra Novo-grunnin, sigur fólkatingslimur Javnaðarfloksins.

Sonevndu Steno diabetes-centrini, sum Novo-grunnurin hevur fíggjað, hava fingið fitt av umrøðu í Føroyum farnu tíðina. Grunnurin hevur gjørt samstarv við tær fimm donsku regiónirnar og grønlendsku myndugleikarnar. Ynskið hevur tó allatíð verið at gera eitt centur í Føroyum eisini.

Føroyskir myndugleikar hava verið varnir við at taka av, og tess at fáa greiðu á summum av óvissunum, setti Henrik Old tískil ein spurning til donsku stjórnina um málið í farnu viku. Í gjár kom svarið frá stjórnini.

- Út frá hesum svarinum at døma er ongin orsøk hjá politiska myndugleikunum í Føroyum at stúra fyri einum slíkum samstarvi. Danir hava eina langa siðvenju við at samstarva við grunnar um alskins vælferðartænastur.

- Sjálvandi skal tað skipast væl, men eg ivist ikki í, at føroyskir myndugleikar og føroysk fakfólk kunnu bera tað á mál. Hetta er ein uppá allar mátar seriøsur grunnur, sum vil gera eina megnar íløgu í Føroyum.

- Tað snýr seg um at betra umstøðurnar hjá túsundtals føroyskum sjúklingum. Tí hevði tað verið heilt ómetaliga spell, um hetta glapp okkum av hendi, sigur Henrik Old.

Leinkja til svarið frá heilsumálaráðharranum, Ellen Trane Nørby, er her: