Tíðindi14. mai 2020

Nú er nokk tikið frá vanliga fólkinum!

Samgongan ætlar at broyta Starvsmannalógina, so at fólk í handli, á skrivstovu, goymlu ella líknandi missa rættin til løn undir sjúku. Enn eina ferð skal vanligi løntakarin lúta, meðan tey, sum eiga mest, sleppa snikkaleys, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins og vísir á, at nú er nokk tikið frá vanliga fólkinum.

Løgtingið hevur í dag viðgjørt eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at gera broytingar í dagpeningaskipanini til gagns fyri smærri vinnurekandi. Í stuttum snýr uppskotið seg um at tryggja, at smærri vinnurekandi, sum hava sonevndar starvsmenn í starvi, skulu hóra undan, um sjúka rakar eitt av starvsfólkunum.

Starvsmenn eru fólk, sum arbeiða í handli, á skrivstovu, goymslu ella líknandi. Talan kann tí vera um ein, sum hevur latið ein lítlan handil upp, har til dømis trý fólk starvast. Verður eitt av starvsfólkunum rakt av sjúku, hevur viðkomandi rætt til løn undir sjúku sambært Starvsmannalógini. Hetta kann verða ein dyggur smeitur fyri handilin, sum noyðist at rinda fyri løn undir allari sjúkugongdini og seta avloysara í starv. Tí legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um at broyta dagpeningaskipanina, soleiðis at ein afturberingarskipan varð sett í verk. Hetta hevði tryggjað smærri vinnurekandi eitt endurgjald úr dagpeningaskipanini í sambandi við sjúku.

Men heldur enn at samtykkja uppskotið frá Javnaðarflokkinum, mælir samgongan til at broyta Starvsmannalógina, so starvsmenn ikki longur hava rætt til løn undir sjúku. Hetta er at taka vunnin rættindi frá starvsfólki.

- Tað eru bara fáir dagar síðan fíggjarmálaráðharrin bað vanliga løntakaran vísa samfelagssinni og strika ætlaðu lønarhækkingina. Í dag hevur samgongan boðað frá, at samgongan arbeiðir við at broyta Starvsmannalógina, so ávísir starvsmenn missa rættin til løn undir sjúku. Enn eina ferð er tað vanliga fólkið, sum má lúta, meðan tey, sum eiga mest, sleppa snikkaleys, sigur Aksel V. Johannesen og sipar til skattauppskotið í fiskivinnuni, sum loyvir útlendingum at keypa og selja fiskiloyvi uttan at landskassin fær eina krónu.

Í áratíggju hava fakfeløg kempað fyri at tryggja arbeiðsfólki góð og virðilig kor á arbeiðsmarknaðinum. Ein av sigrunum er rætturin til løn undir sjúku. Og tað ætlar samgongan nú at taka aftur.

- Aksel V. Johannesen vísir á, at heldur enn at gera afturstig í Starvsmannalógini, átti samgongan heldur at dagført Starvsmannalógina til tað betra. Javnaðarflokkurin hevur eisini lagt fram uppskot um at dagføra starvsmannalógina til tess at tryggja starvsmonnum betri rættindi. Tað uppskotið verður viðgjørt í nærmastu framtíð.