Tíðindi20. januar 2019

Nýtt valevni: Ingilín Didriksen Strøm

Vit eru errin av at avdúka, at gløgga, unga kvinnan Ingilín D. Strøm ætlar sær á valevnislistan hjá Javnaðarflokkinum komandi løgtingsval.

Løgtingsval 2019

Ingilín er 27 ára gomul og er úr einum blóðreyðum javnaðarheimi, har politiski áhugin og ábyrgdarkenslan fyri umheiminum hevur verið ein stórur partur av uppvøkstrinum og lívinum sum heild. Á altjóða studentaskúlanum United World College búði og las Ingilín saman við menniskjum úr øllum heiminum, og varð hetta ein grundleggjandi áminning um, at rættvísi og virðing ikki er nakað, ið kemur av sær sjálvum, og heldur ikki nakað, ið vit kunnu taka fyri givið. Eftir at hava búð og arbeitt í Addis Ababa, Keypmannahavn og øllum har ímillum, flutti hon við manninum Teiti Lassen og soninum Una Halgir heim til Føroyar og tók prógv í føroyskum á Fróðskaparsetrinum.

 

Í frítíðini fyllir familja og vinir nógv, men eisini sjálvbodna arbeiðið, ið virkar til frama fyri einum rættvísum samfelag. Eitt nú í Amnesty, Ráð Teirra Lesandi, Býarfesti og Vistgrøði. Hon elskar at gera tingini sjálv, bæði tá tað kemur til at velta egið grønmeti, gera hondsápu, sprinklaravesku og músli. Harumframt eru gongutúrar við soninum og hundinum, Dexter, nakað ið eyðkennir gerandisdagin.

 

Serliga brennir hon fyri at seta umhvørvið hægst á breddan og at tryggja sterkar sosialar skipanir, har eingin kann detta niðurímillum. Har tey, ið verða sjúk, hava møguleika at fáa skjóta og nøktandi viðgerð, tí nóg nógvar hendur eru um tey, har hjálpin er at finna. Har skapanarhugur hjá listafólki verður kveiktur heldur enn køvdur, og har bæði kyn arbeiða undir somu treytum. 

 

- Vit síggja sjón fyri søgn í dag, at jørðin klárar ikki at fylgja við í okkara ovurnýtslu og einsporaðu leið mótvegis óendaligum vøkstri. Halda vit á fram á somu leið verður grundarlagið fyri sosialu og samfelagsligu skipanunum skrykt undan okkum, tí hesar byggja á verandi veðurlagsskipan. Hetta kunnu, og mugu vit gera nakað við. Tá vit sum samfelag, og sum einstaklingar, brúka minni, hava vit tørv á minni, og hetta kann geva okkum møguleikan at leypa úr hamstarahjólinum og liva eitt lív, har búskaparligur vøkstur ikki longur er týdningarmiklari ella neyðugur fyri at hava tíð og umstøður til sosiala samveru, kropsliga og sálarliga heilsu, sigur Ingilín D. Strøm og heldur fram:

 

- Eg stilli upp, tí eg vil arbeiða fyri einum samfelag, ið flógvar um solidaritet og arbeiðir í felag um felags, rættvísar, burðardyggar og innihaldsríkar loysnir fyri náttúru og fyri menniskju.