Aksel V. Johannesen
Lesarabræv17. september 2019
Aksel V. Johannesen

Ongin ógoldin rokning í Tinganesi

Fólkaflokkurin hevði ongan livandi kjans at halda øll tey garrvillu vallyftini, sum vórðu givin áðrenn valið. Veljarin er lumpaður, og undanfarna samgonga fær skuldina. Men eg kann vissa um, at tað liggur ongin ógoldin rokning í Tinganesi - tað er vánalig undanførsla.

Nú valið er av, og nýggj samgonga hevur skipað seg, letur veruleikin seg upp fyri veljaranum. Vallyftini, sum vóru givin undan valinum, kunnu nú ikki haldast orsakað av ógoldnum rokningum. Nýggja samgongan gevur fólki eina fatan av, at har er ein skuffa úti í Tinganesi full av óupplatnum brævbjálvum, sum nú forðar samgonguni í at fara til verka. Hetta er ikki rætt. Har er ongin ógoldin rokning í Tinganesi. Hetta er vánalig undanførsla.

Ómøguligt at halda lyftini
Tað, sum nýggja samgongan helst meinar við, er at ein eykajáttan kemur í heyst. Tað er fastur táttur, at ein eykajáttan kemur um heystið, og soleiðis verður helst eisini í ár. Men inntøkuvøksturin higartil í ár er fleirfaldaður upphæddina á eini møguligari eykajáttan. Tí er hetta ongin umbering hjá samgonguni fyri ikki at halda síni lyftir. Tey, sum nú sita í samgongu, vita væl, at tað er ongin kjansur at halda øll tey garrvillu vallyftini, sum Fólkaflokkurin lat veljarunum. Lyftini vóru ikki fíggjað, og hetta vistu bæði Jørgen, Jenis og Bárður líka væl áðrenn valið sum nú.

Tað, sum nú vísir seg, er tað akkurát tað, sum bleiv sagt umaftur og umaftur í valstríðnum. Vallyftini hjá Fólkaflokkinum vóru ófíggjað og so langt frá veruleikanum, at tað bara vóru tveir møguleikar fyri, hvat fór at henda aftaná valið:

  1. Landskassin fór av knóranum ella
  2. Fólkaflokkurin lumpaði veljaran.

Nýggja samgongan visti um allar langtíðaríløgur
Umframt ógoldnar rokningar skyldar nýggja samgongan uppá, at undanfarna samgonga hevur bundið nýggju samgonguna við íløgum fyri 1,5 mia. komandi fýra árini. Fyri tað fyrsta er hetta talið ov høgt sett, og fyri tað næsta visti nýggja samgongan um allar langtíðaríløgurnar.

Tað er rætt, at tað liggja bindingar á íløgusíðuni. Og tað er heilt vanligt, at íløgur verða gjørdar tvørtur um valskeið. Í hesum føri er talan um Landssjúkrahúsið, Hvalbiartunnilin, nýtt havrannsóknarskip og Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar. Alt íløgur, sum núverandi samgonga hevur atkvøtt fyri, og tí, vónandi, var fult vitandi um áðrenn valið.

Í seinastu setu legði núverandi samgonga uppskot fyri løgtingið fyri fleiri hundrað milliónir, og ein fekk ta fatan, at tey hildu, at allar íløgur kundu gerast samstundis. Hetta ber sjálvsagt ikki til, skal landskassin ikki fara av knóranum, so helst var hetta eisini fyri at tekkjast veljarunum.

Eg vóni, at nýggja samgongan raðfestir ábyrgdarfulla fíggjarpolitikkin heldur enn at halda øll vallyfti. Men eg skilji væl, um nógvir veljarar føla seg lumpaðar í hesum døgum.

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins