Aksel V. Johannesen
13. november 2019
Aksel V. Johannesen

Óseriøs vallyfti

Fyrst var tað undanfarna samgonga, sum fekk skuldina fyri, at vallyftini hjá Fólkaflokkinum ikki vórðu hildin. Tað vóru ógoldnar rokningar í Tinganesi, varð sagt. Nú eru tað so hinir samgonguflokkarnir, sum fáa skuldina.

Kvøldið fyri valið lovaði formaður Fólkafloksins, at Samhaldsfasti skuldi gerast skattafríur frá 1. januar 2020, og at pensjónistarnir sostatt skuldu fáa 2000 krónur meira at liva av. Eitt vallyfti, sum var lokkandi fyri mong. Og eitt vallyfti fyri hundaðtals milliónir, sum ikki var møguligt at halda. Tað visti Fólkaflokkurin – líka so væl tá sum nú.

Nú veljarin sær, at vallyftið ikki verður hildið, ger Fólkaflokkurin ikki mætari enn at skylda uppá Sambandsflokkin og Miðflokkin. Tað er eitt kompromis, verður sagt.

Seinast uppskotið um skattafrían Samhaldsfasta varð viðgjørt, 6. februar 2019, tóku bæði Sambandsflokkurin og Miðflokkurin undir við tí.

Mín spurningur til samgonguna er tí: Er tað Sambandsflokkurin ella Miðflokkurin, sum hevur broytt meining, síðan uppskotið seinast var til viðgerðar? Ella er talan um enn eitt óseriøst vallyfti frá Fólkaflokkinum?