Heðin Mortensen
Lesarabræv14. august 2015
Heðin Mortensen

Raðfesta veruliga vælferð

Landssjúkrahúsið er ein av týðandi grundsteinunum undir vælferðarsamfelagnum. Landssjúkrahúsið er eisini eitt stórt og spennandi arbeiðspláss í Føroyum, sum allir borgarar í størri og minni mun hava samband við onkrar partar av lívinum.

Umframt at vera eitt av størstu arbeiðsplássum í Føroyum, dregur Landssjúkrahúsið til sín heilar og virknar hendur, og stendur fyri støðugari nýhugsan. Tí er ómetaliga týdningarmikið at menna Landssjúkrahúsið og hjúkla um tað, so vit eisini í framtíðini klára okkum í kappingini og tráðanini eftir at varðveita eitt gott og trygt sjúkrahúsverk, við høgum fakligum støði. Hetta hoyrir tí góða vælferðarsamfelagnum til.

Útreiðslurnar til heilsuøkið eru vaksnar nógv – og fara eisini at gera tað frameftir. Nýggjur heilivágur, nýggir viðgerðarhættir og tól til hetta verða áhaldandi ment, og tørvurin á heilsubót veksur. Tí er neyðugt at hugsa skipan og rakstur so skynsamt sum gjørligt – heldur enn at taða sundur eiga vit at savna kreftirnar og skapa dygg, faklig heilsuumhvørvi, soleiðis sum serkunnleikin hevur mælt til ferð eftir ferð. Hetta er neyðugt fyri tryggleikan hjá sjúklinginum, hetta er neyðugt fyri at skapa góðar arbeiðsumstøður hjá teimum mongu starvsfólkunum - bæði hjá teimum sum arbeiða á landssjúkrahúsinum í dag, og hjá teimum, sum vit mugu leggja alla orku í at fáa at arbeiða har í komandi tíðum.


Um tú við tínari atkvøðu vísir mær álit og eg fái sæti á Tingi, vil eg raðfesta íløgur í veruliga vælferð heldur enn í dýrar tunlar har landfast er frammanundan, og sum bert spara fólki nakrar minuttir í ferðing.  

Heðin Mortensen
Valevni hjá Javnaðarflokkinum