Jóhannis Joensen
Lesarabræv11. desember 2019
Jóhannis Joensen

Røða ísv. lætta og ókeypis atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð hjá børnum og ungum

Ein samd nevnd mælir til at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Eg vil bara takka Trivnaðarnevndini fyri, at tey so jaliga hava viðgjørt hetta álvarsmál og hava sæð skilvísi í at semjast um eitt felags álit.

Hetta er bæði gleðiligt fyri tey, sum hava tørv á hesari hjálp, og fyri meg persónliga. Tað er gott at vit øll skilja álvaran á hesum øki. Tað eru mong, sum verða hart rakt av sálarligum avbjóðingum. Familjur stríðast dagliga.

Skúlanoktan, noktan ella forðanin fyri at verða partur av felagslívinum vegna sálarkvalir, kann elva til tragiskar mannalagnur. Vónandi verður t.d. rúsan ella sjálvmedisinering ein minni partur av dagligdegnum hjá fleiri. Tí er hetta fyribyrgingarátak, ið hetta uppskotið leggur upp til, sera týðandi fyri okkara samfelag.

Í viðmerkinginum stendur, at gransking vísir, at 20-40 % áðrenn 14 ára aldur hava verið merkt av álvarsligum sálarligum avbjóðingum. Hetta uppskotið kemur at hava sera stóra jaliga ávirkan á fleiri við  einum ringvirkningi fyri nógvar familjur.

Eg beit merki í, at Sinnisbati eru sera jalig um uppskotið, og mæla til at sálarfrøðingar eisini verða knýttir at fólkaskúlanum. Tey siga, at børn heilt niður í 8 ára aldur vísa tekin um angist. Eitt er, at vit fáa fleiri borgarar, sum ikki megna eitt sunt og frískt barna- og ungdómslív og eitt sunt familju- og arbeiðslív, eitt annað er, at vit eisini spara bæði pening og arbeiðsorku á sjúkraviðgerðarsíðuni.

Eins og á fleiri øðrum samfelagsøkjum vil tað, vit seta inn á fyribyrgingarsíðuni, verða spart aftur á viðgerðarsíðuni. Bæði við færri sjúkrameldingum á arbeiðsplássunum og sanniliga eisini við at menniskju hava eitt dygdarbetri lív sum heild, men eisini við færri innleggingum vegna sálarsjúku.

Viðmerkt er eisini, at samb. heimsheilsustovninum WHO er sjúkrabyrðan á sálarsjúkuøkinum 25 % av samlaðu sjúkrabyrðuni hjá sjúkrahúsverkinum í heimshøpi, og vandi er fyri, at hetta veksur, um vit ikki gera meira fyri at fyribyrgja sálarsjúku.

Vónandi fer ókeypis sálarfrøðilig hjálp at gera, at fleiri leita sær hjálp áðrenn sjúka og sjúkrameldingar noyða fólk at taka stig. Tað krevur, at børn og ung brúka henda møguleika sum fyribyrging og tilboð.

Hugburðurin til tað at fáa sær sálarfrøðiliga hjálp krevur eisini at broytast millum manna, tó vil eg siga, at nógv er hent til tað betra seinastu árini. Tað at ganga til sálarfrøðing ella psykoterapeut er ikki tabu í dag, og tað eigur tað heldur ikki at vera.

Eg hugsi, at tað er skilagott at hyggja eftir, hvussu onnur lond hava skipað seg á økinum og læra av teirra góðu tilgongdum. Serliga Bretland og Norra hava góðar royndir. Eisini vil eg heita á landsstýriskvinnuna um at kjølfesta hetta uppskotið beinanvegin. At tosa við m.a. tey, sum arbeiða innan børn og ung, um hvussu vit skilabest skipa okkum og fáa bestu úrtøku.

Vit skulu eisini minnast til, at okkara land er eitt mikrosamfelag og eitt oyggjasamfelag, so tað eru helst partar av tilgongdunum hjá okkum her, sum ikki heilt fara at líkjast tilgongdum aðrar meso, og makrotjóðir hava.

Vónandi kemur gongd á hetta arbeiðið beinanvegin, og eg er klárur at hjálpa, um tørvur er á mínum arbeiðsroyndum á barna og ungdómsøkinum.