Aksel V. Johannesen
Lesarabræv01. mai 2018
Aksel V. Johannesen

Røða til 1. mai-dagshald í Vestmanna 2018

Góðu vestmenningar, góðu føroyingar

Tað er hugaligt at síggja so nógv fólk savnað her á Reyða Torginum í Vestmanna í dag at hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin. Reyða Torgið fekk meg at líta aftur á eina hending á einum øðrum reyðum torgi fyri 31 árum síðani.

Hósdagin 28. mai 1987 lendi eitt lítið flogfar á eini brúgv við Reyða Torgið í Moskva. Hetta var undir kalda krígnum, tá stórar gjáir vóru millum størstu hernaðarligu veldini USA og Russland. 19 ára gamli flogskiparin Mathias Rust hevði ein dreym. Ein dreym um at skapa eina ósjónliga brúgv millum eystur- og vesturheimin. Og hóast hann var einsamallur uppi ímóti teimum heilt stóru risunum, helt hann sær ikki aftur. Hann stýrdi beina kós móti Reyða Torginum í Moskva, har hann fyrst varð móttikin við lógvabrestum og seinni settur í varðhald. Søguligi flogtúrurin fekk ikki bara avleiðingar fyri flogskiparan. Boðskapurin hjá týska tannáringinum rakk beint inn í veldigu politisku skipanina í Russlandi.

Tað eru nú skjótt 29 ár síðan, at fólkið í eystri koppaði kommunistiska einaræðisstýrinum. Standmyndirnar av einaræðisharrunum fóru um koll, og frælsið vann á kúganini. Ósjónliga brúgvin er í dag sjónligari enn nakrantíð, men enn ímynda vit okkum mørk millum evropeisku londini. Á einu síðuni hugsa vit um fyrrverandi eysturlondini við fátækt, arbeiðsloysi og óskipaðum marknaði. Á hini síðuni síggja vit okkum í vesturevropa við vælferð, menningarmøguleikum og framtíð. Vit ynskja at minka um hesi mørk. Vit ynskja eitt javnari samfelag. Í heiminum, í Evropa og her á landi.

Í dag eru vit savnað á Reyða Torginum í Vestmanna. Og hóast nógvir kilometrar eru millum torgið í Moskva og torgið í Vestmanna, so liva visjónirnar hjá Mathiasi Rust eisini her í dag. Visjónir um samstarv og samanhald.

***

“What’s left?” er heitið á atfinningarsamari bretskari bók um evropeiska vinstravongin. Bretski rithøvundurin Nick Cohen setur í bókini tann retoriska spurningin “What is Left?” ella “Hvat er til vinstru?”

Undir ABC samgonguni árini 2004-2008, fingu vit javnan skotið í skógvarnar, at vinstravendi politikkurin var ov trupul at fáa eyga á. Tað var trupult at síggja vinstravenda politikkin í verki. Í samgongu við høgra flokkunum blivu flestar semjur til neyðsemjur, og talutíðin í miðlunum snúði seg í størri mun um at verja tiknar avgerðir enn at fegnast um rokkin avrik. Hetta vildu vit broyta. Og tað gjørdu vit.

Á løgtingsvalinum fyri skjótt trimum árum síðani vunnu vit ein stóran sigur. Vit vunnu valið, og tað so dyggiliga. Fólkið ynskti einar javnari Føroyar, og vit átóku okkum hesa uppgávu. At stríðast fyri frælsi, at stríðast fyri javnrætti og at stríðast fyri samhaldsfesti.

Og hóast stevið ikki altíð hevur verið tað besta, so hevur stríðið kastað av sær.

Tilflytingin er søguliga høg. Fráflytingin metlág. Vit latið latið givið ein skattalætta til lág- og miðalinntøkurnar. Vit hava skapt einar betri Føroyar fyri barnafamiljurnar. Barsilstíðin er longd, barnafrádrátturin er hækkaður, vit hava fingið fleiri lestrarmøguleikar, og lesandi og pensjónistar hava fingið meira at liva fyri. Hetta er samhaldsfesti tvørtur um ættarlið.

***

Síðan Mathias Rust yvirraskaði allan heimin seint í áttatiárunum, er samhaldsfesti millum kynini her á landi styrkt munandi. Langt upp í áttatiárini ber til at lesa lesarabrøv, har tað verður ført fram, at kvinnur einki hava at gera í politikki. Henda mótstøða er tíbetur horvin, og síðan hava kvinnur verið løgmenn, landsstýrisfólk, floksformenn og borgarstjórar.

Og hvør minnist ikki holla Kvinnulistan her í Vestmanna, sum sat við valdið í fleiri valskeið?

Javnstøða hevur stóran týdning fyri eitt samfelag. Hon hevur týdning, tí samfelagið verður betri at liva í, meira kappingarført, og vinnulívið meira samansett. At øll hava somu møguleikar at mennast og trívast í øllum lívsins viðurskiftum er ein fyritreyt fyri vøkstri og menning. Tí hava vit raðfest javnstøðu.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er full javnstøða í landsstýrinum.

Landsstýriskvinnan við almannamálum hevur orðað ein javnstøðupolitikk, sum varð lagdur fram fyri Løgtingið í februar mánaði. Við eini sera væl frágingnari virkisætlan er nú klárt at fara undir at virka fyri enn størri javnstøðu í landinum. Hetta er samhaldsfesti tvørtur um kyn.

Vit búgva í einum av heimsins ríkastu londum. Tað fegnast vit um. Men hetta setir eisini krøv. Fyrrverandi forsætisráðharrin í Noreg, Gro Harlem Brundtland, plagdi at siga tað soleiðis: Meira enn 99 krónur av hvørjum hundraðkrónuseðli sum landið vinnur, brúka vit uppá okkum sjálvi. Er tað ikki rímiligt, at vit deila seinastu krónuna við onnur? Eg haldi, at svarið má vera ja. Síðan samgongan tók við, er játtanin til neyð- og menningarhjálp fleirfaldað. Hetta er samhaldsfesti tvørtur um landamørk.

Eins og tann ungi flogskiparin á sinni, hava vit eisini víst dirvi til at viðgera stórmál. Vit hava torað at endurhugsað rótfestar skipanir til tess at tryggja rættvísi og javnrætt. Vit hava torað at tikið dystin upp, hóast mótstøðu. Og vit hava vunnið.

Grundleggjandi batar eru gjørdir í sjúkrahúsverkinum, minnilutar hava fingið sín sjálvsagda rætt, fiskivinnunýskipanin er samtykt og fyri fáum døgum síðani eisini pensjónsnýskipanin. Samstundis hava vit vent undirskoti til yvirskot. Hetta eru stórir sigrar, sum vit hátíðarhalda her í dag.

 

Við førda politikkinum seinastu árini hava vit undirstrikað, at vit eru til fyri alt fólkið. Ikki bara nøkur fá útvald. Vit hava virkað fyri at endurnýggja samhaldsfesti sum grundhugsan í fólkinum. Og henda grundhugsan byggir á, at samstarv millum menniskju er besta amboðið til at menna eitt samfelag, har hin einstaki hevur javnbjóðis møguleikar í felagsskapinum.

***

Góðu áhoyrarar

Aftaná flaggdagshaldið í Runavík fyri viku síðani, varð eg boðin til kaffi hjá einari ungari kvinnu. Elin Løkin býr á sambýlinum á Blikagøtu, saman við ellivu borgarum við menningartarni, rørslu- ella fjølbreki. Tað var mær ein stórur heiður at verða boðin til kaffi hjá Elini, sum er ómetaliga blíð og lívsglað. Elin er so heppin, at hon hevur fingið pláss á snotuliga sambýlinum í Runavík. Men enn eru mong, sum bíða eftir at fáa virðligar umstøður. Hetta leiðir okkum aftur á tvíeggjaða spurningin:

“What’s left?” Hvat er eftir at stríðast fyri?

Hálvan apríl samtykti løgtingið at byggja tvey sambýli til fólk við menningartarni, og eitt búheim og umlættingarheim til børn og ung við autismu. Næsta stig verður at samtykkja uppskotið um at byggja eitt nýtt barnaheim. Hetta eru  stór fet á leiðini móti hóskandi lívskorum til allar borgarar í landinum uttan mun til eyðkenni ella frábregði. Hesum vilja vit halda fram við at stríðast fyri.

Demografiska gongdin er framvegis ein avbjóðing. Um vit skulu tryggja ein framhaldandi fólkavøkstur er alneyðugt, at vit gera enn fleiri átøk at venda skeiva kyns- og aldursbýtinum í landinum. Samgongan fer tí at leggja enn meira orku í at raðfesta útbúgvingar komandi ár.

Vit skulu eisini gera nógv meira fyri at verja umhvørvið. Treytin fyri trivnaði á øllum økjum í landinum er eitt reint umhvørvi, og at virksemi okkara er burðardygt. Tí fara vit at varpa meira ljós á hendan partin í komandi tíðum, og saman við tykkum - borgarum - fara vit áhaldandi at samrøðast um átøk, sum kunnu virka til at loysa hesa felags avbjóðing. Her í bygdini hava tit verið fyrimyndarlig á hesum øki, og Vestmanna skúli hevur gingið á odda at víst burðardygga hugsunarháttin í verki. Fyri hetta eiga tit stórt rós uppiborið.

Umframt at verja umhvørvið duga tit eisini ómetaliga væl at gagnnýta tilfeingið, ið náttúran gevur tykkum. Fiskitúrar á fjørðinum, á súkklu í fjøllunum og ikki at tala um mongu túrarnar, sum gjøgnum ár og dag eru gjørdir undir Vestmannabjørgini. Í samgonguni eru vit tí sera fegin um, at tað er eydnast okkum at seta eina ferðavinnuútbúgving á stovn her á staðnum. Hetta er ein stórur partur av at menna land. Fólkatalið veksur, og vit ynskja vøkstur um alt landið.

Tá Vágatunnilin varð gjørdur, vóru tað fleiri, sum stúrdu fyri framtíðini í Vestmanna. Ferðslan fór ikki longur at ganga gjøgnum bygdina, og tí var vandi fyri, at bygdin gjørdist ein blindtarmur. Men við góðum samstarvið hava tit prógvað tað øvuta. Í hondbóltinum eru tit fyrimyndarlig, bátafestivalurin er komin fyri at vera, ungdómurin hevur góðar karmar og ferðavinnan blómar.

***

Góðu verkafólk

Arbeiðsloysið er lágt, og arbeiðsmarknaðinum tørvar bæði hendur og høvd. Men atgongdin til arbeiðsmarknaðin er ikki eins eyðsýnd fyri øll, tí framvegis eru fólk, sum ikki hava lætt við at finna arbeiði, hóast tey ynskja tað.

Missa fólk arbeiðið, tá tey eru komin nakað til árs, er tað eingin sjálvfylgja, at tey koma aftur til arbeiðis. Býrt tú sunnarlaga í landinum, ert tú í størri vanda fyri at vera uttanfyri arbeiðsmarknaðin enn aðrastaðni. Og ert tú likamliga ella sálarliga uppslitin, kunnu útlitini til eitt yrki vera døpur. Heldur ikki okkara nýggju borgarar hava lætt við at finna arbeiði, har tey kunnu brúka sínar førleikar.

Á vinstravonginum vilja vit til eina og hvørja tíð virka fyri arbeiði til allar hendur. Í tøttum samstarvi við fakfeløgini vilja vit tryggja góð og virðilig kor á arbeiðsmarknaðinum. Tí arbeiða vit við at seta í verk eina skipan fyri vaksnamannalæring og lívslanga læring. Ein slík skipan er til fyrimunar bæði fyri einstaka menniskjað, arbeiðsmarknaðin og samfelagið.

Jú, nógv er eftir at stríðast fyri. Og tað er bara ein máti at røkka enn fleiri málum - í felag. Teir sigrar, sum vit hátíðarhalda í dag, eru ikki einstaklingum at takka. Einstaklingar hava gingið á odda, men uttan samstarvið varð einki mál rokkið. Tí mugu vit standa saman. Saman um einar Føroyar fyri øll.

***

Góða fundarfólk

1. mai hátíðarhalda vit sigrarnar. Og 1. mai minnast vit stríðið.

Stríðið hjá teimum, sum undan okkum hava tryggjað, at vit í dag liva í einum av heimsins bestu samfeløgum. Teimum, sum skaptu karmarnar fyri smidliga arbeiðsmarknaðinum. Sum skaptu sosiala trygdarnetið, sum loftar okkum, tá vit ikki eru før fyri ella ikki longur orka at arbeiða. Teimum, sum tryggjaðu okkum ókeypis skúlagongd, arbeiðsloysisstuðul, lestrarstuðul, barnsburðarfarloyvi og fólkapensjón. Takk fyri tað.

Mathias Rust var eingin høgt virdur politikari. Hann var eingin heimskendur vinnulívsmaður. Hann var ein tannáringur við einum dreymi. Við einum dreymi um at skapa samanhald hóast stóra mótstøðu.

Flestu okkara hava hugsanir og dreymar um tað góða samfelagið. Og við at lurta eftir hvørjum øðrum - baklandinum, fakfeløgunum og verkafólkinum - kunnu vit í felag stríðast víðari fyri góða samfelagnum.

Flogfarið setti seg á Reyða Torgið. Men vit, sum eru savnað á hesum reyða torginum í dag, ætla okkum ikki at setast. Vit ætla okkum at standa stinnari enn nakrantíð og framhaldandi at stríðast fyri tí frælsa, tí javnrætta og tí samhaldsfasta samfelagnum. At stríðast saman. Saman um einar Føroyar fyri øll.

Takk fyri og góðan arbeiðaradag øll somul.