Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv08. august 2019
Ingilín Didriksen Strøm

Samhaldsfesti í grøna orkuskiftinum

Vit hava ikki brúk fyri spekulantum á hesum økinum, men at arbeiða saman við SEV fyri at fáa gongd á skiftið.

Løgtingsval 2019

Um dagarnar hoyrdist, at útbjóðing hevði verið av vindorku til elframleiðslu, har SEV hevði bíligasta boðið.

Tað, sum ørkymlar meg er, at eitt privat felag hevur roynt at fingið fyrimunir við at gera eina avtalu við ein bónda sum situr við almennari jørð. Hendan avtalan útilokar øll onnur frá at brúka lendið. Hóast henda - eftir mínum tykki ólógliga - fyrimun, var tilboðið frá hesum privata 8,1 oyra dýrari enn boðið, ið SEV kom við.

8,1 oyru ljóðar ikki av nógvum. Men um vit seta tað í samanhang er talan um eina ovurstóra upphædd sum verður tikin frá okkum, vanligu brúkarum.

Mett verður, at samlaða árliga orkuframleiðslan í Hoyvíkshaganum kann verða 60 milliónir kWt. Tað merkir at tann privati árliga skal hava beint undir 5 milliónir (4.860.000 kr) meira enn SEV í egnan lumma. Yvir 20 ár - sum sáttmálaskeiðið er - er tað beint undir 100 milliónir krónur (97.200.000).

Tað sigur seg sjálvt at hetta eigur ikki at vera í lagið. Gamaní skal grøna orkusiftið ganga skjótt og koma okkum øllum til góðar, men at ein privatur soleiðis ger sær dælt av grønu útbyggingini av Føroyum, haldi eg vera ópassandi og órættvíst fyri vanliga borgaran.

SEV hevur ikki til endamáls at ríka seg upp, men at veita streym, og samstundis er felagið ogn hjá okkum øllum. Vit hava ikki brúk fyri spekulantum á hesum økinum, men at arbeiða saman við SEV fyri at fáa gongd á skiftið.

Ingilín D. Strøm, valevni fyri Javnaðarflokkin