Jóhannis Joensen
Lesarabræv14. juli 2019
Jóhannis Joensen

Samskipan av viðgerðum á sjúkrahúsunum

Tað er av alstórum týdningi, at upplýsing um fólkaheilsu áhaldandi er á breddanum. Heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk spara sjálvsagt pening og orku.

Løgtingsval 2019

Heilsutænastur eiga at skipast úti í økjunum, har borgarin virkar og býr. Umfatandi sjúkraviðgerðir verða tó gjørdar á sjúkrahúsunum. Vit eiga at duga betur at samskipa viðgerðirnar soleiðis, at bíðitíðin til viðgerð ikki gerst óneyðuga long. Viðgerðartrygd hevur verið frammi, og er hetta skilagott at arbeiða fram ímóti.

Vit hava trý sjúkrahús, sum eiga at samskipa viðgerðartilboðini soleiðis, at bíðitíðin gerst so stutt sum gjørligt. Eftir sjúkraviðgerð skal endurvenjingarparturin fylgjast upp beinanvegin, soleiðis, at fólk gerast virknir samfelagsborgarar aftur sum skjótast – og hetta eigur at vera galdandi bæði, tá ið talan er um somatiskar og sálarligar sjúkur.

Vit skulu raðfesta endurvenjingardeplar og ambulanta sjúkraviðgerð munandi hægri. Endurvenjing krevur fólk við fakligum førleikum, og her krevjast munandi átøk.

Allir føroyingar skulu hava rætt til bestu tænastu og viðgerð. Góðskan og bíðitíðin til viðgerð eigur ikki at vera tengd at fíggjarligum viðurskiftunum hjá einstaka borgaranum. Eitt vælferðarsamfelag sum okkara eigur at lofta øllum borgarunum, líka mikið hvar í landinum tú býrt, og hvussu fíggjarliga støðan er.

Hóast nógvur peningur verður brúktur til útbygging av Landssjúkrahúsinum, hevur tað sanniliga eisini stóran týdning at játta peningin, ið krevst, fyri at røkka so góða viðgerðartænastu sum gjørligt á øllum trimum sjúkrahúsunum.

Viðgerðartilboð til bæði somatiskar og sálarligar sjúkur skulu verða minst líka góð sum í grannalondum okkara.

 

Jóhannis Joensen

valevni hjá Javnaðarflokkinum

Løgtingsvalið 2019