19. juni 2018

Skeinkistøð skulu revsast harðari fyri lógarbrot

Ferð eftir ferð hoyra vit um skeinkistøð, sum skeinkja rúsdrekka til børn undir 18 ár, uttan at hetta fær nakrar avleiðingar, sigur Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, sum heldur, at vit ikki eiga at vera bangin fyri at taka skeinkiloyvið frá teimum, sum skeinkja til børn undir 18 ár.

Lógin, sum ásetur skeikiloyvi og skipanina av hesum, eigur at endurskoðast, heldur Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur sett landsstýrismanninum við vinnumálum ein fyrispurning um evnið. Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at tað lutvíst er tørvur á at endurskoða, hvør eigur at sita í Loyvisnevndini, sum veitir skeinkiloyvi, lutvíst hvussu loyvini verða givin, og hvussu revsingin eigur at vera, tá lógin ikki verður hildin. Serliga hetta seinasta hevur stóra áhugan hjá Djóna, sum í fleiri førum hevur víst á, at vit eiga at verja børn og ung í náttarlívinum.

Í virkandi lóg um skeinkiloyvi stendur, at hevur loyvishavarin brotið reglurnar í løgtingslógini kann loyvisnevndin taka loyvið aftur. Djóni undrast á, at lógin gevur Loyvisnevndini møguleika og ikki skyldu til at taka loyvið aftur, um loyvishavarin fremur lógarbrot.

- Spurningurin er, um vit kunnu góðtaka, at eitt skeinkistað, sum til dømis ferð eftir ferð loyvir børnum og ungum undir 18 ár inn og skeinkir til tey, sleppur at varðveita skeinkiloyvið, og um ikki ein harðari revsing enn ein lítil bót hevði havt ta ávirkan á tey skeinkistøð, sum gera hetta, at tey hugsaðu seg betur um, sigur Djóni Nolsøe Joensen í viðmerkingunum til fyrispurningin.


Les allan fyrispurningin her: https://tinyurl.com/yballory