Djóni N. Joensen
03. juni 2018
Djóni N. Joensen

Skeivt at akademisera námsfrøðingarnar

Yrkisførleikagevandi útbúgvingar eiga at vera yrkisførleikagevandi, sigur Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin. Hann heldur, at námsfrøðingar, lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar eru alt ov akademiserað, tá tey koma á arbeiðsmarknaðin, eftir at útbúgvingarnar eru lagdar undir Fróðskaparsetur Føroya.

Tað eru nú sløk 10 ár síðan, at Læraraskúlin (lærara- og pedagogútbúgvingin) og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin vórðu lagdir undir Fróðskaparsetur Føroya. Endamálið varð sagt at vera, at lærarar og námsfrøðingar skulu útbúgvast við almennum námsfrøðiligum, fakdidaktiskum og fakligum førleikum, sum eru førir fyri at fylgja við, halda við líka og tilogna sær nýggja vitan í einum broytiligum samfelag. Hetta ljóðar gott í sjálvum sær, men tað er av serliga stórum týdningi, at tað er javnvág millum ástøði og praksis á yrkisførleikagevandi útbúgvingum. Tíverri síggja vit í dag, sløk 10 ár seinni, at ástøðin fyllir alsamt meira, og at tey lesandi eru sera akademisk og lítið yrkisrættað, tá tey koma á arbeiðsmarknaðin.


Ástøði er umráðandi, og eigur sjálvsagt eisini at vera partur av útbúgvingini. Ástøðin eigur serliga at verða raðfest høgt, um tey lesandi ætla sær at granska eftir lokna útbúgving. Men royndirnar vísa, at tey allarfægstu fara granskaravegin. Í tíðarskeiðinum 2008-2017 eru útskrivað 279 læraraprógv og 265 námsfrøðingaprógv. Námsvísindadeildin hevur tilsamans havt 3 ph.d. lesandi hesi árini, og av teimum hevur eingin valt at granska í námsvísindum. Hetta sigur eitt sindur. Samstundis er starvsvenjingin hesi seinastu 10 árini stytt úr 42 vikum niður í 24 vikur, og í dag verður undirstrikað, at starvslæran ikki er mett sum venjing at vera starvsfólk, men at hon er ein partur av akademisku frálæruni.

 

Serliga vísir samanleggingin seg at hava verið dýr fyri námsfrøðiútbúgvingina. Umframt at eingin gransking er gjørd á økinum, hava námsfrøðingarnir fingið færri undirvísarar og kreativa breytin hevur einans staðið teimum læraralesandi í boði.

 

Tað er tí hóskandi at spyrja: var tað rætt at akademisera námsfrøðiútbúgvingina?


Spyrt tú meg, eri eg ivaleysur. Yrkisførleikagevandi útbúgvingar eiga at vera yrkisførleikagevandi. Munandi størri rúm skal vera fyri kreativu lærugreinunum, og tann praktiski parturin skal fylla nógv meira, enn hann ger í dag. Vit hava brúk fyri fólki á arbeiðsmarknaðinum, sum bæði hava bókliga vitan og duga fakið í praksis.  


Í apríl setti eg landsstýriskvinnuni við mentamálum ein fyrispurning um yrkisførleikagevandi útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya. Í svarinum vísir landsstýriskvinnan millum annað á, at tað er torført at siga neyvt um endamálið við broytingunum er rokkið, tá ið uttanhýsis eftirmetingar ikki er framdar enn av broytingunum. Eg haldi, at tað er tørvur á eini skipaðari eftirmeting av yrkisførleikagevandi útbúgvingunum sum skjótast, og vit eiga av álvara at umhugsa at endurskoða hetta økið.

Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin