Heðin Mortensen
Lesarabræv13. august 2015
Heðin Mortensen

Sterkur høvuðsstaður treytin fyri einum sterkum Føroyum


Bústaðir hava júst gjørt eina rættiliga umfatandi kanning av bústaðartørvinum í Føroyum. Kanningin vísir, at 62% av limunum í Føroya Bústaðafelag í dag eru búsitandi í høvuðsstaðnum - men heili 86% av øllum limunum kring alt landið hava Havnina sum fyrsta val til nýggjan bústað. Smá 10% av limunum eru útisetar, og kanningin vísir, at heili 90% av teimum hava Havnina sum fyrsta val, um tey flyta heimaftur til Føroyar.

Hetta er sera áhugavert, tí tá samanum kemur, snýr tað seg um, hvussu vit sum land skulu standa okkum í kappingini um fólk – føroyingar og útlendingar – ið hava vilja og megi til at skapa nýtt virksemi, nýggjar fyritøkur og nýggjar inntøkur til landið.

Fyritøkur og býir uttanlands hava ongantíð havt so stóra atdráttarmegi, sum júst nú. Tey vilja hava okkara dugnaligu handverkarar, sjómenn, tónleikarar, heilsustarvsfólk, ja okkara vælútbúnu og virkisfúsu. Einki løgið er í, um okkara fólk velja spennandi avbjóðingar og høgar lønir aðrastaðni, men Føroyar hava eisini nógv gott at bjóða.

Tí hava vit í Tórshavn valt at taka dystin upp við útlendsku metropolarnar.

Tað gera vit m.a. við at hava so nógv og góð tilboð til borgararnar sum møguligt: góðar dagstovnar og skúlar, góð ungdómstilboð, góðar karmar til okkara eldru borgarar, fjølbroytta list, ítrótt, matstovur, býarlív og so frameftir. Vit brúka tíð og pening til at tryggja grundleggjandi og góð tilboð til allar borgarar.

Vit leggja kreftir í at menna eitt sterkt alternativ til útlendsku høvuðsstaðirnar. Vit skapa eina føroyska útgávu av einum metropoli.

Hetta merkir ikki, at aðrir býir og bygdir kring landið ikki eisini skulu mennast – men prísurin fyri at menna útjaðaran nýtist ikki at vera, at høvuðsstaðurin skal niðurlagast. Tvørturímóti, vit skulu menna bæði bygd og bý.

Tess meira vit spjaða tilfeingi og orku til somu endamál fleiri staðni kring landið, tess veikari standa vit í kappingini við tey, sum vilja hava fatur á okkara góðu fólkum. Bæði tí tilboðini gerast vánaligari og møguleikarnir verri, og tí at landið verður minni fjølbroytt og minni upprunakent, um vit umbyggja aðrahvørja bygd til at líkjast einum lítlum høvuðsstaði. 

Føroyar hevur brúk fyri einum sterkum høvuðsstaði. Einum kraftdepli við atdráttarmegi. Einum savnandi føroyskum metropoli, sum kann geva útjaðaranum grundarlag fyri lívi og vøkstri, og sum hevur part av sínum grundarlagi fyri lívi og vøkstri í útjaðaranum.

- Okkum tørvar røddir, sum vilja høvuðsstaðnum væl, í løgtinginum. Vit byggja einki upp við at laða nakað annað niður. Land og høvuðsstaður skulu styrkja hvørt annað – ikki vera mótsetningar.

Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg fái tína atkvøðu og verði valdur á ting.

Heðin Mortensen
Valevni fyri Javnaðarflokkin