Tíðindi06. mars 2020

Takk fyri samstarvið

Poul Michelsen hevur í dag lagt tingsessin frá sær og tikið seg aftur sum formaður í Framsókn. Vit vilja takka Poul fyri gott samstarv gjøgnum nógv ár í føroyskum politikki. Ikki minst fyri tey lógvatøkini, sum vit saman við Tjóðveldi, tóku seinasta valskeið í samgongu.

- Poul er ein heiðurligur og ærligur hugsjónarmaður, sum hevur gingið á odda alla staðni har hann hevur verið, bæði politiskt, vinnuliga og ítróttarliga. Poul hevur verið góður at samstarvað við. Fyrst og fremst tí ein altíð veit, hvar ein hevur Poul, og tí at hann altíð lítur frameftir við tí fyri eyga at finna politiskar semjur, sigur Aksel V. Johannesen um nú fyrrverandi samstarvsfelagan.

Alt tað besta í framtíð tíni Poul. Saknur verður í tær í løgtingsarbeiðinum.

Samstundis vilja vit í Javnaðarflokkinum ynskja Ruth Vang hjartliga til lukku og blíðan byr í forkvinnusessinum við vón um framhaldandi gott samstarv.