Tíðindi10. februar 2020

Tryggari umstøður til sjálvstøðug vinnurekandi

Tað eigur ikki at vera nakar ivi um, at sjálvstøðugt vinnurekandi verða loftað av trygdarnetinum, koma tey illa fyri ella gerast við barn. Tað heldur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sum mikudagin fer at seta Helga Abrahamsen ein fyrispurning um umstøðurnar hjá sjálvstøðugt vinnurekandi.

Tað verður ofta ført fram, at sjálvstøðugt vinnurekandi rinda inn til bæði arbeiðsloysisskipanina, barsilsskipanina og sjúkradagpeningaskipanina umvegis skattin uttan at hava rætt til útgjald, tá viðkomandi verður arbeiðsleys/-ur, sjúk/-ur ella við barn. Er tað so, so er tað sjálvandi ikki í lagi, heldur Aksel V. Johannesen, og vísir á, at ein sjálvstøðugt vinnurekandi hevur eins og øll onnur tørv á einum trygdarneti, tá tað gongur ímóti, ella viðkomandi verður við barn. Tí fer hann mikudagin at seta Helga Abrahamsen, landsstýrismanni við arbeiðsmarknaðarmálum, ein fyrispurning um umstøðurnar hjá sjálvstøðugt vinnurekandi.

- Samfelagið hevur stóran tørv á íverksetarum og fólki, sum tora at fara undir nýtt vinnuligt virksemi. Tað hevur týdning, at hesi kenna seg trygg, um okkurt óvæntað stingur seg upp. Tí eigur politiska skipanin ikki at áleggja teimum óneyðugar forðingar og stirvnar skipanir, sigur Aksel V. Johannesen.

Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at tað áður hevur verið ført fram undir nevndarviðgerð av løgtingsmálum, at sjálvstøðugt vinnurekandi hava rætt til útgjald úr ymiskum skipanum, um tey hava A-inntøku. Tað eru tó fleiri vinnurekandi, sum einans útgjalda sær B-inntøku ella vinningsbýti, og tá verður at síggja til ikki rindað inn í arbeiðsloysis-, barsils- ella sjúkradagpeningaskipanina. Tí hava tey tá heldur ikki rætt til útgjald uttan so, at tey hava teknað eina serliga trygging.

- Tað tykist tó sera ógreitt, hvussu skipanirnar virka fyri sjálvstøðugt vinnurekandi. Og tí haldi eg, at annaðhvørt er tørvur á lógarbroytingum, ella at vinnurekandi verða nógv betur upplýst um sínar møguleikar og rættarstøðu, tá tey koma illa fyri ella gerast við barn. Tí vil eg hava landsstýrismannin at greiða nærri frá hesum, sigur Aksel V. Johannesen.