Djóni N. Joensen
Lesarabræv14. november 2019
Djóni N. Joensen

Týdningarmesta íløgan er íløgan í børnini

Røða, sum Djóni Nolsøe Joensen helt, í sambandi við 1. viðgerð av uppskotinum um minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnaøkinum.

Allarfyrstu tíðina í lívi okkara, krevja vit ikki serliga nógv. Eru vit heit og mett og merkja vit nærleika, so eru vit nøgd. Seinni letur heimurin seg meira upp fyri okkum, vit verða forvitin og sosial. Vit hava tørv á at spæla við onnur børn. Ikki hugsa um allar heimsins trupulleikar. Bara spæla. Men fyri at kunna spæla og menna okkum væl gjøgnum spælið, er neyðugt, at vit eru trygg. Og tí hava vit sum lítil og óhjálpin børn grundleggjandi tørv á, at hava samband við vaksin. At vita, at har altíð er ein vaksin í nærheitini, sum vit kunnu venda okkum til. Sum kann stuðla okkum í spælinum, menna okkum sosialt og klemma okkum, tá vit detta og fáa eitt prus.

Í Føroyum er talið á vaksnum á dagstovnunum sera ójavnt. Summastaðni eru nógv vaksin um børnini á stovnunum. Aðrastaðni mást tú standa í kø fyri at fáa hatta klemmið, sum tú hevur tørv á.

Dagstovnaøkið varð í 2001 lagt út til kommunurnar at umsita uttan nakrar ásetingar um minstamark av starvsfólkum um børnini. Soleiðis er framvegis í dag. Føroya Pedagogfelag hevur síðan í fleiri umførum víst á tørvin á einum minstamarki til tess at tryggja sama grundleggjandi støði á øllum dagstovnum kring landið.

Í dag er trupult at gjøgnumskoða, hvussu nógvir tímar verða settir av til starvsfólk, sum eru um børnini, tí ongi neyv tøl eru til taks, og ongar greiðar reglur eru fyri, hvussu tímarnir á dagstovunum skulu brúkast. Føroya Pedagogfelag lýsir tað kortini sum eina sannroynd, at tað er sera ymiskt, hvussu høgt økið verður raðfest í teimum ymisku kommununum.

Í einum áliti um normeringar, sum ein arbeiðsbólkur undir Føroya Pedagogfelag gjørdi í november 2014, og sum er viðlagt hesum lógaruppskoti, verður skrivað, at torført er hjá leikfólki at skilja, hvønn tørv stovnar hava, og hvat er neyðugt, og tískil er ikki altíð so lætt at tryggja, at stovnar fáa neyðugu tímarnar. Víst verður á, at hetta í sær sjálvum reisir iva um, hvørt tillutingin av tímum er til barnsins besta, men at flestu kommunur brúka normeringslykilin hjá Almannastovuni frá 1993 sum minstamark.

Áðurnevnda álit byggir á eina kanning hjá Føroya Pedagogfelag frá 2013. Við støði í kanningini vísir arbeiðsbólkurin á, at fleiri limir seta spurnartekn við normeringslykilin í teimum ymisku kommununum, tí tillagingar verða gjørdar, uttan at tað er gjøgnumskygt, hvussu tað er gjørt, ella hvørjar ætlanir liggja til grund fyri broytingunum. Eingin nýggjari kanning er gjørd á økinum. Tí er aktuella støðan við normering á dagstovnaøkinum ógreið. Uttan mun til støðuna í dag, vilja uppskotssetararnir við hesum uppskoti tryggja eitt ávíst botnstøði á øllum dagstovnum.

Eitt minstamark hevur við sær, at fleiri starvsfólk skulu setast í starv í summum kommunum, meðan tað í øðrum kommunum, har normeringin frammanundan er høg, onga ávirkan hevur á starvsfólkatalið. Eisini tryggjar uppskotið, at skerjingar ikki fara fram á barnaøkinum, um barnatalið veksur.

Uppskotið skal síggjast sum ein partur av eini langskygdari ætlan um at styrkja góðskuna á dagstovnaøkinum. Við at lyfta normeringarnar ber til at liva upp til tað, sum gransking viðmælir um fleiri útbúnar námsfrøðingar, minni barnabólkar við tíð til nærveru, umsorgan og spæl, sum stuðlar undir trivnaðin og menningina hjá børnunum.

Uppskotið skal somuleiðis síggjast sum liður í at tryggja eitt ávíst støði á teimum vælferðartænastum, sum verða veittar í Føroyum. Umframt eitt minstamark á dagstovnaøkinum halda uppskotssetararnir, at tað eisini eigur at farast undir at fyrireika eitt minstamark fyri starvsfólk á eitt nú skúla- og eldraøkinum.

At vit hava álit á stovnunum, har børn okkara uppihalda sær stóran part av degnum, er avgerandi fyri um vit hava eitt vælferðarsamfelag ella ikki. Fyri at vit skulu kunna fara til arbeiðis, mugu vit vera trygg og hava álit á, at tað eru nóg nógvar heitar hendur um okkara allardýrabærasta. Sama er galdandi á eldraøkinum.

Í Javnaðarflokkinum hava vit sett okkum fyri, at Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland. Tað halda vit fast um. At fáa hetta uppskotið samtykt, er ein liður í at røkka hesum máli. Tí tað er tey fyrstu barnaárini, at vit stoypa grundarlagið fyri restini av lívinum. Ein kanning, sum Dansk Psykologforening gav út í juni mánaði, vísir, at 94 % af teimum spurdu sálarfrøðingunum, sum arbeiða við barnatrivnaði, siga, at normering er ein av teimum trimum týdningarmestu faktorunum, tá tað kemur til mistrivnað hjá børnum. Eg ivist ikki í, at sama ger seg galdandi her heima. Men um eg bara tosaði um normeringar, sá eg burtur frá tí margfeldi, sum eitt barnalív rúmar. Góð normering er ikki trygd fyri góðari námsfrøði. Tað er ein fortreyt. Tí eiga vit at samtykkja hetta uppskotið. 

Og heldur tú hetta við bleytu økjunum, barnatrivnaði og námsfrøði, er óinteressant, so lat okkum tosa um pengar og íløgur. Eg kann vissa tykkum um, at gera vit íløgur í námsfrøðina – í vøggustovur, barnagarðar, skúlar og frítíðarskúlar – so fáa vit tað fleirfalt aftur seinni. Tí børn, sum trívast, tey læra. Og børn, sum læra, gerast góðir samfelagsborgarar.

Tá barnið ikki trívist, verður tað kostnaðarmikið. Umframt at barnið ikki hevur tað gott, er tað slítandi fyri alla familjuni. Tað kostar í sjúkrameldingum, í tilfeingi í Almannaverkinum, í fundum við barnagarðar og skúlar, í inklusión, kanska í psykiatri, serskúla ella líknandi. Tað er dýrt – bæði menniskjasliga og fíggjarliga. Bæði fyri familjur, kommunur og land.

Og tá eitt barn ikki trívist, mugu vit royna at skilja hví. Børn hava tørv á nærleika og relatiónum við vaksin. Og tá hesi viðurskifti eru spard burtur politiskt, er tað okkara uppgáva at gera nakað við tað. Ikki við at seta inn við fleiri kanningum og royndum, sum skulu finna tey børnini, sum eru aftanfyri ella ikki passa inn. Nei; við at raðfesta tað mest grundleggjandi – heilt niðri á gólvinum – nærkontakt.

Lat meg undirstrika eina ferð afturat: Íløgan í trivnaðin hjá børnunum tann týdningarmesta íløgan, vit yvirhøvur kunnu gera. Og tann mest grundleggjandi íløgan fyri einum vælvirkandi vælferðarsamfelag.

Eg fari at heita á Løgtingið um at raðfesta børnini, bæði við hesum uppskotinum og tey komandi fýra árini, so vit einaferð, við røttum ryggi, kunnu siga, at Føroyar er heimsins besta barnaland.