Tíðindi03. februar 2020

Ungdómstingið 2020

Miðalaldurin í løgtinginum er lækkaður nógv í dag, nú 33 næmingar úr 8. og 9. flokki hava yvirtikið tingsalin. Í dag og í morgin sleppa tey at vera løgtingslimir í ungdómstinginum 2020 og geva sítt boð uppá, hvussu samfelagið skal innrættast.

- Tað er so stuttligt at síggja hesi eldhugaðu ungu fólkini í tinginum í dag. Vónandi vekir tað áhugan hjá teimum til at halda fram í ungdómspolitikki, uttan mun til politiskan lit. Sjálv havi eg verið virkin í SU í fleiri ár, har eg eri komin at kenna nógv fólk og havi lært eina rúgvu um politikk og samfelagsviðurskifti, sigur Ingilín Didriksen Strøm, fyrsti ungdómspolitikari hjá Javnaðarflokkinum, sum er valdur á ting.

 

Ert tú ung/ur, og kundi tú hugsað tær, at blivið virkin í Javnaðarflokkinum? Ella kennir tú onkran, sum ger? Tekna teg sum lim í SU her: www.j.fo/gerst-limur